Lýsing
Lýsing
Lýsing
Cumulus Lenticularis. Eitt sera vakurt skýggj yvir eystara arm av Skálafirði í dag. Slík skýggj er gjørt yvir einum fjalli, har sum luftin fer uppum og kemur í kaldari umhvørvi omanfyri. | Mynd: Tummas Jóhan í Djónastovu

Lágætt næstu dagarnar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.06.2021 - 13:04 Tíðindi Veðrið

Seinastu dagarnar er luftin komin úr miðjum Norðuratlantshavi. Ættin hevur ligið ímillum landsynning-sunnan og útsynning-sunnan.

Tá ið luft ferðast langt yvir hav, áðrenn hon er her í Føroyum, er vanliga nógv væta í henni. Ta vætuna síggja vit sum skýggj ella mjørki hangandi yvir okkum. Tá ið nóg nógv væta er, regnar.

Tað er meiri ella minni hetta veðrið, vit kunnu vænta okkum restina av vikuni og í vikuskiftinum – vind av útsynningi-suðuri, skýggjað fyri tað mesta (tó skiftandi fríggjadagin og ein part av leygardegnum), og løtur við regni, har sum ættin er til tað.

Eitt sindur av vindi onkran dagin – upp í eini 10 til 15 m/s viðhvørt. Fyri tað mesta fer vindurin at liggja um 5 til 10 m/s.

Hitalagið fyri restina av vikuni fer at minka úr 10 stigum í dag niður í 7 stig leygardagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…