Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroysk filmsvinna gongur móti eini spennandi tíð

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður  |  10.06.2021 - 07:36 Mentan Tíðindaskriv

Sum landsstýrismaður við vinnumálum havi eg stóran áhuga í at fáa nýggjar vinnur at mennast í Føroyum. Fleiri skapandi vinnur hava seinastu árini ment seg her á landi, og filmsvinnan er ein teirra.

Í farnu viku varð eg boðin við til at síggja, meðan upptøkur vórðu gjørdar til føroysku filmsrøðina TROM. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri filmsupptøkum, so hetta var ein spennandi uppliving, kanska serliga tí at eg fyri einum ári síðani stríddist fyri at gera tað møguligt, at fáa hesar upptøkurnar gjørdar í Føroyum.

Eg fekk tá at vita, at um Føroyar rindaðu 25% av kostnaðinum (til dømis 4 av 16 mió. krónum), so bleiv alt arbeiðið gjørt í Føroyum. Eg mátti tó gera vart við, at eg sum landsstýrismaður kundi ikki lova nakrar pengar, fyrr enn løgtingið hevði játtað teir. Og hetta eydnaðist væl. Bæði í samgonguni og andstøðuni var undirtøka fyri ætlanini.

Í døminum við TROM vórðu 4 milliónir játtaðar til filmsvinnuna, og hetta hevði við sær, at framleiðararnir nú brúka 16 milliónir til millum annað lønir til sjónleikarar og filmsfólk, gistingar, mat, leigu av hølum til upptøkur, bilaleigu o.a. Hvør króna sum vit brúktu, sendi fýra krónur í umfar í føroyska samfelagnum.  

Vit hava sum er lógargrundarlagið og tær grundleggjandi skipanirnar sum eru neyðugar, fyri at filmsvinnan kann mennast, men á fíggjarlógini verða einans játtaðar 200.000 krónur árliga til filmsframleiðslu. Vit kunnu tí siga, at játtanin fylgir ikki teimum skipanum, sum løgtingið hevur sett í verk fyri at skunda undir føroysku filmsvinnuna.

Eg fari tí at virka fyri, at játtanin til afturbering til filmsframleiðslu verður hægri, soleiðis at vit kunnu eggja filmsframleiðarum til at velja Føroyar framum onnur filmslond.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…