Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Eg havi tikið avgerð og valt stýrið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.06.2021 - 13:39 Tíðindi

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um stýrið fyri Bústaðir.

Spurt var: Fyriliggur nakað frámæli frá umsitingini/aðalstjóranum í Almannamálaráðnum viðvíkjandi valinum av stýrinum í Bústøðum?

Svar:
§ 2 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn áleggur landsstýrismanninum at velja stýrið, og tað hevur landsstýrismaðurin gjørt.

Eg havi tikið avgerð og valt stýrið, og meti, at fólkini eru væl kvalifiserað og hava eina breiða og umboðandi vitan.

Samanlagt hava limirnir í stýrinum gott innlit í bygging, búskaparfrøði og fígging og gott innlit í sosiala øki.

Eisini eru tveir av limunum endurvaldir til tess at tryggja framhald.

Eins og upplýst fyri spyrjara í svari uppá fyrispurning nr. 52-145/2020 eftir § 52a í Tingskipanini, er tað landsstýrismaðurin, sum tilnevnir stýrið fyri Húsalánsgrunnin, og hevur landsstýrismaðurin heldur ikki hesuferð ætlanir um at upplýsa fyri spyrjara um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini, sum heldur ikki alment innlit er latið í.

9. juni 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum