Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sundabáturin fer eftir 5. føroyameistaraheitinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  10.06.2021 - 22:07 Ítrottur Tíðindi

Í fjør var Sundabáturin nummar tvey á seks stevnum. Í ár skal føroyameistaraheitið nr. 5 koma í hús, um tað gongst, sum manningin ætlar.

Sundabáturin hjá NHR hevur mangan staðið seg væl hjá 6-mannaførum monnum og fýra ferðir hevur hann vunnið føroyameistaraheitið. Í 2004, 2007, 2008 og 2017. Ein av rógvarunum í ár, Hjalmar Zachariassen, var við í 2007, 2008 og 2017. Hann er ein av tveimum nýggjum í mun til manningina í fjør, sum manglaði tað síðsta og í seks av sjey stevnum endaði á 2. plássi.

 

Allir hava róð við Sundabátinum fyrr

- Vit vóru endaliga mannaðir mitt í apríl. Onkur útskifting hevur verið á vegnum, og tað gekk ein tíð at finna róðurskvinnu/mann. So vit hava verið í gongd í eini 7 vikur. Manningin er samansett, har allir hava róð við Sundabátinum áður, tó ikki saman. Tveir nýggir eru í mun til manningina í fjør, men teir hava báðir róð við Sundabátinum fyrr. Í fjør var Sundabáturin greitt nummar 2. Tað var sum oftast langt fram til Smyril á 1. plássi og langt aftur til hinar bátarnar, sigur Hjalmar Zachariassen við Norðlýsið. Sjálvur hevur hann hann róð síðani 2017.

 

Vant nógv

- Fyrireikingarnar til kappingarárið hava gingið væl. Vit hava vant síðani í januar. Vit hava verið nógv á maskinunum. Vit komu seint í bátin, tí vit hava gjørt nógv við Sundabátin í ár. Báturin er í góðum standi nú. So hóast ikki so nógva tíð í bátinum, so hava vit vant nógv tilsamans. Eg haldi, at vit eru eins væl fyrireikaðir sum onnur ár, tá Sundabáturin hevur vunnið meistaraheitið, sigur Hjalmar.

 

Skulu taka Smyril

Í fjør vann Smyril allar róðrarnar og ofta var nakað aftur til næsta bátin.

- Smyril er við aftur, og tað eru nokk teir, sum vit skulu kappast við. Teir hava mær vitandi gjørt eina ella tvær skiftingar. Síðani er tað Páll Fangi, sum hevur eina unga góða manning, og so er tað altíð onkur manning, sum blandar seg, sum man ikki ordiliga roknar við. Tað eru nógvir bátar tilmeldaðir, so vit vænta harða kapping, sigur Hjalmar.

 

Ódnartøk kunnu geva ábending

Ódnartøk hava verið undan kappingarárinum, har Sundabáturin hevur vunnið í flestu førum.

- Tað hevur gingið væl í ódnartøkum, men eg vil ikki lesa ov nógv burturúr teimum. Tað er eitt gott tekin, men tað sigur ikki, hvussu FM-kappingin endar. Tað kann snýta, tí summar manningar hava sína styrki í úthaldni. 1000 metur og 140 metur er hvør sítt. Men vit kunnu siga, at tað vísir, at vit gera okkurt rætt, vísir hann á.

 

Stórur áhugi í lokaløkinum

- Umstøðurnar eru nógv betraðar síðstu árini. Vit hava eitt gamalt neyst her, sum vit eru byrjaðir at gera í stand. Í ár hava nógvar eldsálir verið runt um felagið og gjørt nógv við neystið og umstøðurnar runt um. Tað er blivið hugnaligt, tí so nógv fólk vísa áhuga og hjálpa til á ymsan hátt.

- Vit merkja stóran áhuga í lokaløkinum. Tað síggja vit til venjingar, og tað er eisini stórur áhugi fyri at ogna sær klæðini hjá felagnum. Eitt kalla vit Molakórið, sum eru áskoðarar á Molanum hjá NHR á ólavsøku, og vit vænta, at tey vera mong í ár.

- Tað hevur alt at siga fyri lokaløkið, at Sundabáturin er við. Fólk vænta, at Sundabáturin fer fram í oddin at kappast. Vit merkja eisini stóran stuðul frá sponsorum, mest úr Norðoyggjum og so teimum, sum hava virksemi norðanfyri. Eisini hava vit fingið eina gávu á 62.000 kr. frá áhugafelagnum Norðingur. Teir pengarnir vera brúktir til at halda lív í felagnum og kanska skal onkur bátur skiftast út innan fá ár. Okkara bátar, Ritan og Sundabáturin, eru 12-15 ára gamlir og treingjast til at skiftast út, sigur Hjalmar.

 

- Vit vóru nummar 2 í fjør og taptu móti einum góðum Smyrli. Men vit ætla at vinna í ár, sigur Hjalmar Zachariassen at enda við Norðlýsið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka