Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá 8-0 sigrinum móti B68 fyrr í ár. KÍ leikarar fegnast um enn eitt mál. | Mynd: Oliver Joensen

Skal KÍ revsast fyri at vera gott?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2021 - 10:07 Ítrottur Leiðarin

Øgiligt prát er farið at ganga, serliga í miðstaðarøkinum gjøgnum høvuðsstaðarpressuna, um hvørt tað ikki er neyðugt at gera broytingar í fremstu deildini, nú KÍ er farið at klára seg væl. Hetta er eitt rættiliga margháttligt kjak, ið fevnir um alt frá at útluta UEFA-pengar, lønarloft til spælararnar, og til at justera mest loyvda talið av útlendingum á liðnum. Himmal og hav skulu setast í rørslu, tí KÍ nú er farið at gera seg galdandi.

Sum øllum kunnugt hevur KÍ bart seg upp á toppin í føroyskum fótbólti. Kappingarárið 2010 var felagið niðri í 1. deild og vendi, og kom upp aftur sum 2’ari. Eftir tað kom ein drúgv perioda uppá 5 ár, har liðið spakuliga kempaði seg upp í oddin á stigatalvuni, og síðani 5 ár afturat, har felagið konsolideraði seg sum fast europapláss-lið. Áðrenn hetta eru gingin nærum 50 ár har KÍ einans hevur vunnið FM fýra ferðir – 1972, 1991, 1999 og 2019

At tey bæði feløgini í Havn hava fingið tey flestu FM-heitini seinastu 20 árini er bara blivið góðtikið. Ongin hevur tosað um at gera broytingar, hóast havnarfeløgini hava dominerað størsta partin av tíðini. Nú kemur so ein avbjóðari inn norðanífrá, ið møguliga kann hótta tann totala dominansin hjá teimum í Havn, og so skal alt kollveltast?

Hyggja vit sakliga at tí, so snýr tað seg um 1 vunnið løgmanssteyp og 1 vunnið FM-heitið alla hesa øldina. Sama tíðarskeið hevur Havnar Bóltfelag vunnið 9 FM-heiti og 3 løgmanssteyp. B36 hevur vunnið 5 FM-heiti og 4 løgmanssteyp. Soleiðis eru 14 FM-heiti av 20 farin til Havnar, og bert eitt einstakt til Klaksvíkar. Men ongin hevur nakrantíð havt á máli at broyta kappingarleistin fyri at steðga havnarfeløgunum í at vera góð.

Um tey fullkomiliga dominerandi feløgini í Tórshavn alla hesa øldina nú skulu føla seg hótt av, at felagið í Klaksvík nú er við at koma fyri seg, so kann tað ikki takast í álvara. Her man talan vera um sterkar undirlutakenslur, og at man ikki tolir at síggja nýggjar aktørar í toppinum av føroyskum fótbólti.

KÍ klárar seg væl júst nú, tað er rætt, men teir eru framvegis í eini uppbyggingarfasu, har teir eru langt frá at hava somu styrki sum feløgini í Havn. So sláið líka kalt vatn í blóðið. Um KÍ í 2030 hevur vunnið 10 meistaraheiti, so kunnu vit byrja at tosa um, at KÍ hóttir dominansin hjá havnarfeløgnum. Og sjálvt ikki tá hevði tað verið grundarlag fyri at broytt kappingarleist.

HB er framvegis tað mest dominerandi felagið í føroyskum fótbólti, og kemur ivaleyst at vera tað í mong ár framyvir. Skuldi tað ótrúliga hent, at KÍ yvirtók plássið hjá HB sum mest vinnandi felagið, so merkti tað álvaratos ikki meira enn tað, at eitt annað felag yvirtók plássið. Tað merkir ikki, at nakað er galið við kappingarleistinum ella skipanini.

Ongin veit, hvussu leingi núgaldandi aldukambur varir (minnast tit 2016?), og tað er onki til hindurs fyri, at HB vinnur FM aftur í ár, ella at B36 ger tað komandi ár. Tað ber saktans til, og sannlíkindini fyri tí eru ikki smá. Skulu vit tá standa við einum broyttum kappingarleisti og eini langari nøs, tí alt kortini vísti seg at vera við tað gamla?

Eitt er í øllum førum víst: Fyri føroyskan fótbólt sum heild er tað sunt, og bara sunt, at eitt fótbóltsfelag úr útjaðaranum nú bjóðar teimum í miðstaðarøkinum, ið hava dominerað alla hesa øldina, av – men tað sýnist høvuðsstaðarpressan ikki halda.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…