Lýsing
Lýsing
Lýsing

RSF: Vit arbeiða við loysnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.06.2021 - 21:23 Ítrottur Tíðindi

Kappróðurin í Kollafirði leygardagin er avlýstur.

KÍF kappróður hevur boðað frá, at kappróðurin leygardagin er avlýstur. Hetta kemst av, at umstøður gera, at tað ikki hevur eydnast at fingið neyðuga útgerðina til at halda startinum. Annika Dalsgarð er forkvinna í RSF.

- Vit arbeiða við at finna loysnir soleiðis, at tað verður róð leygardagin. Meir fái eg ikki sagt í løtuni, sigur Annika Dalsgarð við Norðlýsið í kvøld.

Talan hevur verið um eitt avbjóðandi kappingarár higartil. Norðoyastevnuróðurin bleiv avlýstur og leingi var ógreitt, hvussu bleiv við fjarðastevnu. Endin var, at tann róðurin bleiv, men uttan áskoðarar. Nú skuldi triði róðurin eftir ætlan vera, men tríggjar dagar áðrenn avlýsa vertirnir, og tað er sera óvanligt í føroyskum kappróðri. Tískil liva kappróðrarfólkini aftur í eini óvissu, um nakar kappróður verður í vikuskiftinum, tí at skipa fyri kappróðri krevur nógva fyrireiking og tí má ein loysn helst finnast rættiliga skjótt, um tað skal blíva nakar róður leygardagin.

 

KÍF kappróður skrivar:

Í ár eru vit komin í tað truplu støðu, at Bakkafrost ikki kann hjálpa til av serligum umstøðum. RSF setur høg krøv til bátar sum halda startinum og tá eru tvíkiljurnar næstan tær einasta sum klára hesa uppgávu. Hendan støðan uppstóð sunnukvøldið og vit hava arbeitt við einari alternativari loysn síðani. Trupulleikin er tó hann, at eingin tíð hevur verið at roynt aðrar loysnir, orsaka av veðrinum og trafikki á fjørðinum.
Vit í kappróðrarnevndini hava verið á fundi við RSF í kvøld og tosa um íkomnu støðuna. Øll vóru samd um, at at royna eina nýggja og óroynda loysn sum møguliga ikki riggar, ikki er rætti vegur at fara.
Vit hugsa fyrst og fremst um rógvaran og at geva teimum bestu uppliving sum til ber á róðrardegnum. Vit eru hørm um støðuna, men vóna at øll skilja, at hetta er frægasta avgerð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja