Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt hondbóltsfelag sett á stovn í Klaksvík

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  03.10.2006 - 13:53 Eldri tíðindi

Fríðin Ziskason, er formaður í nýstovnaða felagnum sum eitur "Team Klaksvík"

Á seinasta stjørnarfundinum hjá ÍSF var nýggja hondbóltsfelagið í Klaksvík Team Klaksvík tikið upp sum límur í ítróttarfamiljuni og formaðurin í nýstovnaða felagnum sigur at felagið fer fyrst og fremst at skipa fyri manshondbólti.

Stjørnan vil ikki loyva monnum framat
Formaðurin í Team Klaksvík sigur at høvuðsorðsøkin til at teir fóru undir at stovna nýtt felag var at teir ikki sleppa at spæla hondbólt í Stjørnuni.

- Tað er eingin loyna at Stjørnan ikki hevur loyvt mannfólkahondbólti seinastu árini.

- Vit hava verið nakrir sum á hvørjum árið hava vant hondbólt, men tá tað so kemur til kappingar hevur leiðslan í Stjørnuni sagt at vit hava verið ov óseriøsir og tí hava teir á hvørjum árið tikið okkum úr kappingini.

- Men vit hava sett okkum fyri seriøst at reka mannfólkahondbólt og í løtuni royna vit at fáa venjingartímar í fimleikarhøllini tí eingin møguleiki tikist at vera at fáa tímar í KÍ høllini.

- Annars eru vit í ferð við at skrivað eitt tíðindaskriv har boða verður frá ætlanunum við felagnum, sigur Fríðin Ziskason, sum er formaður í nýstovnaða felagnum Team Klaksvík.
 
Felagið hevur eisini eina heimasíðu  www.team-klaksvik.com
 
Nevndin fyri nýggja felagið sær soleiðis út:
Fríðin Ziskason, formaður
Niclas Niclasen, kassameistari
Meinhard Joensen
Kristian Andreasen
Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar