Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin semja um starvsfólk á flogvøllinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  26.06.2021 - 09:15 Tíðindaskriv Vinna

Samráðingar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið um at yvirtaka sáttmálaøki frá HK Trafik & Jernbane eru endaðar uttan úrslit. Semja er um at taka samráðingarnar upp aftur í heyst.

Vága Floghavn varð yvirtikin í 2008 og tá var gjørt av, at starvsfólk á flogvøllinum framhaldandi skuldu vera limir í HK Trafik & Jernbane. Síðan er við jøvnum millumbili arbeitt við at flyta starvsfólkini í føroysk fakfeløg.

Starvsfólkini hava víst ynski um at verða limir í Starvsfelagnum og tí hevur felagið verið við í samráðingunum um at yvirtaka sáttmálaøkið frá HK Trafik & Jernbane.

Umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vága Floghavn og Starvsfelagið hava verið til samráðingar seinastu tíðina, men enn er semja ikki rokkin í málinum.

Fyribils úrslit av samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið varð lagt fyri starvsfólkini á flogvøllinum og HK Trafik & Jernbane, sum ikki kundu góðtaka tilboðið frá arbeiðsgevaranum.

Spurningurin um undantøk í samband við verkfall er tað, sum skilir partarnar í løtuni. Hesin spurningurin er sera prinsipiellur og týdningarmikil fyri Starvsfelagið, og tí kunnu vit ikki liva við, verkfalsrætturin verður skorin inn á bein.

Starvsfelagið arbeiðir víðari við málinum og tekur samráðingarnar upp aftur í heyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…