Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á floti eystur úr Skorini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.06.2021 - 11:49 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Hóast vit vóru mest spentir upp á kalvalínuna, so var tað hýsulínan, snellan og tráðan, ið góvu okkum fongin mánadagin í vikuni.

Vit tríggir, Hans Hjalti, Ásmundur og undirritaðu, avgjørdu upp undir seinasta vikuskiftið, at vit skuldu fara ein túr “Suður um”, sum tað eitur her í Klaksviík, við línu og snellu.

Sjóvarfallið ræður

Snimma mánamorgunin hittust vit í neystinum hjá Spógvanum, har egning var á skránni. Formaðurin Ásmundur segði, at línan skuldi vera sett klokkan 14 eftir sjóvarfallinum, so tað ráddi um at bera skjótt at.

Egndu

Vit egndu eina hýsulínu og eina stutta kalvalínu. Um eitt tíðina var so lagt frá landi. Kalvalínan bleiv sett út eftir Lisshøvda um Norðatanga og hýsulínan um “Gloppi í Árnafirði”, á leið har kirkjan í Árnafirði sæst inn gjøgnum fjørðin.

Veðrið

Hóast veðurforsøgnin segði at veðrið skuldi vera gott mánadagin, so var væl av vindi frá morgunstundini av. Ættin var tó útnyrðingur, so hóast tað ikki sá allar best út fyri veður til okkara fimmannafar, so varð hildið at tað mundi fara at skáa eystanfyri.  Lagaligt var at seta undan veðrinum har, og so hvørt sum vit settu makaði hann vindin.

Væl at fáa

Tá liðugt var at seta, kastaðu vit við snelluni, Hans Hjalti tó við tráðuni. Jú, væl var undir, sum tað tóktist. Vit lógu soleiðis í einar tríggjar fýra tímar, ímeðan vit bíðaðu eftir at rákið skuldi linka, soleiðis at vit kundu leggja á at draga.

Hýsulínan royndist

Væl var á hýsulínuni. Í støðum var á hvørjum jarni, ongin toskur ella smáfiskur. Bert ein stórur toskur á fyrsta húkinum, restin var bara hýsa og hvítingur. Hóast talið var stórt, so royndist rúgvan ikki líka væl, tí tað var smáfallandi fiskur.

Ongin toskur

Eitt sindur undraðu vit okkum á at ongin smáfiskur var, tí vit høvdu fingið væl av gággu, sum vit egndu hesa hýsulínuna við, men so eiðasørt at vit sóu nakað við toskaskræðu uttan hendan eina, ið var á fyrsta húkinum. Gágga verður vanliga roknað fyri gott toskaagn.

Tó, vit høvdu fingið so mikið nógv við snelluni og tráðuni, at nú vit vóru lidnir at draga vóru vit sera væl nøgdir við fongin.

Nú var ikki sørt av spenningi um kalvalínuna.

Klokkan var nú farin um seks og veðrið var blivið av tí allar besta.

Kalvalínan

Fyrstu ferð vit løgdu fram at boyuni, varð mett, at tað rak ov hart, so vit valdu at bíða eina løtu, fáa ein kaffisteðg og so snørini út aftur ein hálvan tíma ella so. So varð aftur lagt á.

Sera spennandi var at draga okkum fram eftir línuni inn ímóti Skorini og Norðatanga. Við hvørt skrivaði, men tá tað kom nærri sást at tað var ein stórur toskur. Soleiðis gekk inn eftir. Tað komu nakrir heilt stórir toskar og ongin kalvi.

Vit hava roynt nakrar ferðir við kalvalínu, onkuntíð hava vit fingið, men oftari hevur eingin verið á.

Góður toskur

Tó, stóru toskarnir vit fingu vóru næstan allir væl fyri. Vit gjørdu so av at hava teir til saltingar.

So gekk leiðin aftur í neystið, har vit mundu vera um átta níggju tíðina.

Vit mettu veiðuna til góð 400 pund, tað hildu vit vera væl.

Avgjørt var, at leggja alt í ís fyri náttina, og at møta upp í neystinum seinnapartin dagin eftir, at taka upp.

Heimaarbeiði

So seinaparturin týsdagin bleiv brúktur til at skera flak, greina hýsu til kókingar og at rekja línurnar.

Komin til hús bleiv flakið av stóru toskunum saltað. Flakið, sum skal brúkast til steikingar, bleiv  fryst, ímeðan tað, sum skuldu brúkast til frikadellur, bleiv sett út í hjallin.

Ein góður túrur av mongum

Í skrivandi stund, mikumorgun, hevur konan gjørt 47 frikadellur, sum blíva steiktar einaferð seinnapartin, tá tær hava hvílt nakrar tímar.

Ein sera góður túrur eystur úr Skorini og eina ótrúliga uppliving ríkari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund