Lýsing
Lýsing
Lýsing
Leikirnir verða settir á vøllinum við Bláa Skýli | Mynd: gomul mynd

Føroyaleikir verða settir við Djúpumýru

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2021 - 09:00 Ítrottur Mentan Tíðindi

Fríggjadagin 9. juli verður hátíðarhald við Djúpumýri í samband við at Føroyaleikir verða í Klaksvík

Føroyaleikir verða kring landið í døgunum 8 - 11. juli. Í Klaksvík vera tvær ítróttargreinir - judo og triathlon. Og sum tað sømir seg, so verður ein setan í Klaksvík. Setanin verður við Bláa Skýli við Djúpumýru. 

Elin H. Joensen, forseti í ÍSF og Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu halda røður. Nøkur løg verða framførd og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. 

Setanin verður við Bláa skýli fríggjadagin 9. juli kl. 16.30

Ein kaffimuður og okkurt søtt verður at fáa aftaná setanina.

 

SKRÁIN Í KLAKSVIK

Hósdag 8. juli

Kl. 10.00: U15 Kapping í Judo. Finalurnar eru kl. 14.00

 

Fríggjadag 9. juli

kl. 10.00: U18 kapping í Judo. Finalurnar eru kl. 14.00

kl. 16.30: Føroyaleikir verða settir við Djúpumýru.

Kl. 18.00: Triathlon kapping (byrjað verður við bátabrúgvanar)

Kl. 20.45: Íðkarar á mál

Kl. 21.00: Heiðursmerkjahandan

 

Leygardag 10. juli

kl. 10.00: Judo kapping fyri kvinnur og menn. Finalurnar eru kl. 15.00

 

Eingir Føroyaleikir uttan góđar samstarvsfelagar

 

Les meira um Føroyaleikirnar her

Lýsing
Seinastu tíðindini
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja