Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyaleikir: Judo og Triathlon í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2021 - 09:20 Ítrottur Tíðindi

Í døgunum 8 - 11 juli verða Føroyaleikir kring landið. Vit hyggja at ítróttargreinunum, sum verða fyriskipaðar í Klaksvík og sum Klaksvíkar kommuna eisini stuðlar

 

Føroyaleikir« er heitið á ítróttastevnu hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, táið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.

 

Føroyaleikir TRI Olympiskt (FM) 2021
 

FM í olympiska teininum í triathlon, ið skuldi verða á Norðoyastevnu í Klaksvík, verður í staðin á Føroyaleikum fríggjakvøldið 9. juli. Kappast verður í 1500m svimjing, 40km súkkling og 10km renning. Eisini verður møguleiki at síggja sprint kapping sum er 750m svimjing, 20km súkkling og 5km renning.

Rutuupplýsing

Svimjingin verður á Vágini við bátabrúgvarnar, har svomið verður 3 ferðir 500 m, síðan verður súkkla frá bátaøkinum norð til byrgingina á Haraldsundi og aftur á start/máløkið 4 ferðir, og runni verður gjøggnum býðin, runt Heimi við Vágna og aftur á start/máløkið 4 ferðir. Kort sæst niðanfyri

 

Styttri teinurin verður helvtina av hesum.

 

Judo í KÍ høllini

Bæði børn og vaksin fara at berjast í KÍ høllini. Vit byrja við U15 tann 8. juli, síðani U18 tann 9. juli og at enda berjast tey vaksnu 10. juli.

Vit fara at síggja elitu-judo, tí fleiri á danska judolandsliðnum, koma til Føroya at berjast, sigur Malvinus í Gong formaður í Klaksvíkar judofelag. 

Vit byrja hvønn morgun kl. 10 og halda á til einaferð seinnapartin, upplýsir Malvinus. 

 

 

Vit hava fingið 70 tilmeldingar, so vit gleða okkum sera nógv, at vísa klaksvíkingum og føroyingum judo-ítróttina, sigur Malvinus. 

 

Gista á Skúlatrøð

Gestirnir sum koma fara at gista á Skúlatrøð, ið at kalla verður eins og eitt hotel hesar dagarnar. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staði sterkari um tað…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…