Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskiskip mugu sleppa at landa uttanlands

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.07.2021 - 16:50 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

FISKAPRÍSIR: Tað kostaði manningini á Vágasteini tveir triðingar av hýruni og harvið fingu teir bert minstuløn, tí teir ikki sluppu at landa veiðina undir Eysturgrønlandi aðrastaðni enn í Føroyum. Hetta er átaluvert, sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð. Hann er samdur við skiparanum á Vágasteini í, at skipini eiga at hava møguleikan at sleppa at landa uttanlands.

 

Komnir av góðum túri undan Eysturgrønlandi við 81 tonsum av toski og hýsu, lá tað dagin fyri til, at Vágasteinur fór at fáa upp ímóti 30 krónum fyri kilo av toski og hýsu. Dagin eftir var prísurin tó fallin við meira enn einum helmingi, ella niður í umleið 14 krónur kilo.

Skiparin á túrinum, Tórhallur Jacobsen, stendur spyrjandi, hvussu slíkt kann bera til. Hann heldur, at tað nærum bert kann vera tí, at ov tætt eigarasamband er millum virkini og skipini í Føroyum, at ráfiskaprísurin brádliga kann taka eitt slíkt dykk og gerast so lágur.

Úrslitið av túrinum gjørdist, at frá at hava sæð fram til eina hýru á upp í 70.000 krónur til hvønn av manningini, datt manningaparturin niður á 25.000 krónur. Nakað, ið svarar til minstuløn yvir teir 20 dagarnar, sum skipið var burtur í maimánaði.

Loysnin kann einans vera, at skipini sleppa at landa uttanlands. Um so var, hevði prísurin verið umleið 30 krónur fyri hýsuna, og umleið 25 krónur fyri toskin. Hetta um Vágasteinur var sloppin at landa í Íslandi, Noregi, Skottlandi ella í Danmark.

Vágasteinur liggur í løtuni, tí manning fæst ikki umborð aftur, og hetta skilir skiparin væl.

- Tað er ikki løgið, at tað er so torført at fáa manning, tá viðurskiftini eru so vánalig. Eingin tímir slíkt, sigur Tórhallur Jacobsen, ið síðani hevur fingið hýru umborð á einum grønlendskum nótaskipi sum stýrimaður.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, er samdur við nú fyrrverandi skiparanum á Vágasteini, at okkurt má gerast við hesi viðurskiftini.

- Øll vita tað, at línuflotin hevur tað nóg torført frammanundan. Vit kunnu tí ikki blíva við at tvinga føroysku skipini at landa í Føroyum, tá prísurin er so óstøðugur og lágur, sum hann vísir seg at vera. Tey mugu sjálvandi fáa loyvi at landa aðrastaðni, so bæði manning og skip fáa tann prísin, sum ein fríur marknaður vil rinda teimum fyri rávøruna. Hetta monopolið við tvangslandingum í Føroyum hoyrir ongastaðni heima, sigur formaðurin hjá skiparum og navigatørum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár