Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gadus, Sjúrðarberg og Norðingur við bryggju í Klaksvík | Mynd: Oliver Joensen

Sær bjart út fyri Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.07.2021 - 10:30 Ítrottur Leiðarin Mentan Vinna

Nú Norðlýsið fer í blað-summarfrí, er tað við stórum bjartskygni um framtíðina. Tað var ein sera vøkur sjón at síggja skipaflotan hjá JFK og Nærabergi liggja á Vágni, eins og tað vóru góð tíðindi at hoyra, at fiskivinnan nú stovnar felag at standa fyri MSC-góðkenningum av føroyskum fiskiskapi.

 

Føroyska summarið verður tó ikki so gott sum vanligt fyri Klaksvík. Norðoyastevnan er longu avlýst, og verður útsett til seinnu helvt av juli. Sjómannadagurin verður heilt avlýstur og ikki hildin fyrrenn komandi ár. Og fyrireikararnir kempa fyri Summarfestivalinum. Hóast ætlanin framvegis er at halda Ólavsøku, so hevur løgmaður verið úti og mælt frá at halda festivalar. Í Gøtu ætla tey kortini at halda G!-festivalin, meðan í Havn ætla tey at halda Voxbotn beint eftir Ólavsøku. Stóri spurninurin vit kunnu seta er – Smittar korona meira á festivalum enn á Ólavsøku?  

Orsøk er tó til bjartskygni. Koppsetingartilgongdin gongur stak væl, og reiðiligur gravgangur hevur verið eftir koppsetingum; so stórur, at sjúkrahúsverkið nærmast kemur í uppisetur stutt eftir, at skamtarnir eru komnir til landið. Herfyri kunngjørdi Fróðskaparsetrið eisini eina umfatandi kanning, har tað sást, at ikki færri enn 87% av íbúgvunum í Føroyum antin longu eru koppsettir ella vilja verða tað, og harvið leggja vit okkum í oddin í heiminum, saman við Danmark. Hinvegin  hevur kringvarpið ligið flatt fyri myndugleikunum og ikki gjørt nakað við at lýsa vandar við koppsetingini – hetta er nokk ein orsøk til gravgangin.

Komandi ár fer Atlantic Fair at verða hildin aftur í Klaksvík. Stóra fiskivinnumessan í Norðuratlantshavi, ið setir Føroyar á vinnuliga heimskortið, og har fyriskipararnir siga Klaksvík vera nógv tað best egnaða plássið í landinum til messuna.

Í skrivandi stund er nýtt Mentanarhús ávegis, sum verður tað størsta og vakrasta í landinum. Innan leingi verður farið undir at byggja nýtt hotell í miðbýnum. Saman við tí vinnuliga framburðinum kann ikki sigast annað enn, at tað gongur sera væl í Klaksvík, og at tað fer at ganga uppaftur betur, nú Koronafarsóttin vónandi syngur sítt seinasta vers. Jú, sanniliga grør um gangandi fót.

Á Djúpumýru fer stoltleikin og flaggskipið hjá Klaksvík, ja, kanska hjá øllum norðoyingum, KÍ, skjótt á vøllin móti útlendskum mótstøðuliðum. At tað ber til, er úrslit av miðvísum arbeiði hjá kommununi og hjá KÍ, umframt mongum øðrum. Og vælvild er eisini fingin frá UEFA. Vit hava lyft í felag og fingið tað at bera til. Eisini er eydnast at fáa drotningavitjan í kommununa, har drotningin m.a. vitjar úti í Svínoy í summar. Og um bert nakrar fáar dagar fara Føroyaleikir av bakkastokki har vit í Klaksvík sleppa at uppliva judo og triathlon.

So ikki kann sigast annað enn, at vit eru farin frá at hava orsøk til svartskygni til at hava orsøk til at hava bjartskygni. Klaksvík hevur reist seg heilt skjótt bæði vinnuliga, heilsuliga, mentanarliga og ítróttarliga, og til ber kanska at siga, at vit ríða á einum aldukambi í løtuni, har tað allarmesta bara eydnast.

Blaðið tú hevur millum hendurnar er tað seinasta áðrenn summarferiuna. Lesarar hava lagt merki til at glansur er komin yvir blaðið og í løtuni eru ætlaninar at halda fram at koma út í eins góðari góðsku. Hetta eru okkara lesarar og lýsarar sera glaðir fyri. Vit koma útaftur sum vant hálvan august. Heimasíðan verður okkara miðil í summar, tó at hon verður nakað merkt av feriutíðini hjá fólki og vinnu.

Við hesum reglum um bjartskygni skal hervið verða ynskt øllum lesarum, lýsarum og viðskiftafólki annars eitt gott og bjart summar.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund