Lýsing
Lýsing
Lýsing
Svínoyingar eru misnøgdir við eitt 1½-metra høgt stakitt, ið Klaksvíkar Kommuna hevur sett upp í bygdini, nú stutt frammanundan, at drotningin vitjar Svínoynna. | Mynd: Egin mynd.

Misnøgd um girðing í Svínoy

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.07.2021 - 15:44 Politikkur Tíðindi

Ein girðing ella stakitt, ið er sett upp úti í Svínoy, nú stutt fyri drotningarvitjanina, hevur elvt til misnøgd millum tey lokalu.

Tað er vorðið til eitt kjak millum svínoyingar og Klaksvíkar Kommunu um eitt stakitt, ið er sett upp úti í Svínoy. Báðir partar eru samdir um, at stakittið átti at verða skift, men kommunan, ið sigur seg fylgja ES-standardum, hevur sett eitt stakitt upp, ið er umleið 1,5 metrar høgt. Hetta er dupult so høgt sum gamla stakittið, og svínoyingar halda nýggja stakittið vera ov grefligt at vísa drotningini.

Meira enn ein lesari hevur vent sær til Norðlýsið, og skrivar ein teirra til blaðið, at tað er “ikki sørt ørkymlandi at síggja, hvussu Klaksvíkar Kommuna fer um kommunalu portrini í Svínoy. Fyrst skiftu tey vakra (slitna) portrið til kirkjuna um við eitt andskræmiligt portur, nú eru tey í gongd við at skifta eitt stakitt út við eitt óbeskriviliga ljótt.”

Stakkittið er sett upp, har brúgvin er um Gilánna. Á Facebook-bólkinum “Svínoyingar” kunnu fleiri myndir síggjast av stakittinum, og har ber eisini til at lesa viðmerkingar frá svínoyingum og øðrum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna