Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyaleikirnir endaðu við finalubraki í badminton

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.07.2021 - 16:46 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Sunnudagin blivu finalurnar í einmansleiki hjá U15 og vaksnum avgreiddar saman við finaluni í blandaðum tvímansleiki. Badmintonsambandið valdi at skipað kappingarnar í Føroyaleikunum við eini blandaðari liðkapping umframt kappingar í tveimum aldursbólkum, yngri og eldri enn 15 ár. Eftir nakrar spennandi finalur var heiðursmerkjahandan á skránni.

 

Liðkapping eftir teambuilding

Lagt bleiv út við at handa heiðursmerkir til luttakarar í liðkappingunum fyri U15 og vaksin, sum bleiv avgreidd fríggjadagin. Tað sermerkta við hesi kapping var, at liðini blivu skipaði hósdagin, har leikararnir komu at kenna hvønn annan við ymiskum teambuilding virksemi. Í aldursbólkum spenti hópurin víða frá 12 ára gamla Tóki Yngvason Guttesen til 60 ára gamla Michael Gram.

 

12 og 13 ára gamlir gullvinnarar

Í finaluni í blandaðum tvímansleiki gjørdu 12 ára gamli Tóki (úr HBF) og 13 ára gamla Ranja (úr KBF) bart og vunnu gull í yngra aldursbólkinum, har tey tó fingu harða mótstøðu frá Julionnu í Heiðunum og Christiani Petersen, sum vunnu fyrsta av trimum settum. Eisini í kappingini í tvímansleiki U15 vann Tóki gull saman við Markus Bjarnason. Í einmansleiki hjá teim ungu drongjunum vann Christian Petersen úr HBF gull, meðan Sjúrður Elias Heinason Eysturoy vann silvur og Leiki Dal-Christiansen vann bronsu. Hjá kvinnunum yngri enn 15 vann Ranja Joensen (KBF) gull, meðan Julianna í Heiðunum vann silvur, og Birna Jacobsen vann bronsu. Hjá ungu kvinnunum vunnu Eira Ásbjørnsdóttir Petersen (HBF) og Eyð Lamhauge Debess (HBF) gull í tvímansleiki.

 

Ari Miné Jacobsen suverænur gullvinnari

Hjá teimum vaksnu var Ari Miné Jacobsen (KBF) suverænur, har hann vann gull í einmansleiki og í tvímansleiki saman við Árant á Mýruni (MBF). Hjá kvinnunum vann Miriam Í Grótinum (HBF) gull í einmansleiki og í blandaðum tvímansleiki saman við Rúna Øster (HBF). Í tvímansleiki hjá vaksnu kvinnunum vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF gull, meðan Sanna og Mia Thorkildshøj (HBF) vunnu silvur, og Ranja Joensen (KBF) og Miriam í Grótinum vunnu bronsu. Hákun Thorkildshøj Sigvardsen (HBF) vann silvur í einmansleiki, meðan Rúni Øster (HBF) vann bronsu. Í blandaðum tvímansleiki vunnu Jóhanna Osberg Højsted (KBF) og Jónas Vágsheyg (KBF) silvur, meðan Mia Thorkildshøj (HBF) og Rúni Simonsen (HBF) vunnu bronsu. Hjá vaksnu monnunum vunnu Hákun og Rúni Øster úr HBF silvur, meðan Jónas (KBF) og Rúni Simonsen (HBF) vunnu bronsu.

 

Tað var Durita Nolsøe, marknaðarleiðari í SMS, sum handaði heiðursmerkini saman við Peter Christian Gram, aðalskrivara í BSF. Viðfestu myndir vísa heiðursmerkjavinnararnar á Føroyaleikunum 2021 í badminton.

 

“Í Badmintonsambandinum fegnast vit um góðu undirtøkuna fyri Føroyaleikunum 2021 og gleða okkum longu nú til at skipað fyri badmintonkapping aftur á Føroyaleikunum 2022 fyrsta vikuskifti í juli næsta ár”, sigur Johnny í Grótinum, formaður í BSF.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…