Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur faldari til tilflytarar

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  14.07.2021 - 05:30 Tíðindaskriv

Týsdagin var integrasjónspresturin í Føroyum, Marjun Lómaklett, á gátt og hitti Karl Johansen, borgarstjóra. Við sær hevði hon nýggja faldaran hjá Fólkakirkjuni. Faldarin vendir sær til tilflytarar, sum eru búsettir í Føroyum.

Nýggi faldarin svarar spurningum, sum tilflytarar kunnu hava, tá ið flutt verður til eitt nýtt land. Faldarin vísir eisini, hvat tilflytarar kunnu brúka prestin til. Eitt nú eru tilflytarir vælkominir at seta seg í samband við prest og fáa ráð og vegleiðing til eitthvørt.

-          Eitt nú leggi eg dent á at bjóða samrøður um t.d. einsemi, sjúku, ótta, trúgv ella prát um broytingar og avbjóðingar í tilveruni, sigur Marjun Lómaklett.

Marjun Lómaklett er prestur fyri allar Føroyar, men ein dag um vikuna er hon at hitta á Hoydalsvegi 1. Har er skrivstovan er opin hósdagar frá klokkan 14-16. Marjun er eisini at hitta á ml@kirkjan.fo ella á tel. 45 50 20 / 23 73 45.

Karl Johansen takkaði fyri faldaran, sum borgarar kunnu fáa eitt eintak av í Miðlan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…