Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jakobina Joensen avmyndað saman við Óla Jákup Bech, tekniska stjóra, tá hon var sett í starv í 2020 | Mynd: klaksvik.fo

Í hernað ímóti lodna hóvblaðnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.07.2021 - 22:31 Tíðindi

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Jakobinu Joensen, ið er leiðari fyri kirkjugarðarnar í Klaksvík. Hon greiðir frá, at júst nú er ein herferð farin í gongd fyri at basa tí lodna hóvblaðnum, ið er ein planta, ið er nær í ætt við ta illa gitnu skøruna, og sum av tí sama eisini verður rópt lodnaskøra.

Jakobina greiðir frá, at tey, ið varða av kirkjugarðinum, hava boðsent fólk, ið eru serkøn í og góðkend til at handfara gift. Til hetta krevst nevniliga eitt sertifikat. Hetta verður gjørt, tí í Klaksvík hava tey fingið meira enn nokk av hóvbløðunum, og líka síðani Jakobina tók við starvinum sum leiðari í 2020, hava tey stríðst ímóti lodna hóvblaðnum.

Lodna hóvblaðið minnir nógv um skøruna bæði í útsjónd og sum irritatiónsmoment, men Jakobina sigur, at lodna hóvblaðið er uppaftur verri enn skøran, og at trupulleikarnir av hóvblaðnum eru so umfatandi, at tey í ár meta tað vera neyðugt at sproyta eiturið á gravirnar eisini. Hetta ger tíverri, at annar vøkstur, ið tey avvarðandi hava sett niður á gravunum, eisini kann doyggja, og Jakobina leggur eina við, at hetta bert verður gjørt, tí tað er neyðugt.

Higartil tey hava roynt at basa hóvblaðnum við manuellari arbeiðsmegi, men arbeiðið er vorðið so umfatandi, at tað nú antin er neyðugt at seta fleiri fólk í starv, ella at boðsenda serkøna hjálp. At seta fleiri fólk letur seg ikki gera í verandi løtu, so loysnin í ár verður at lata serkøn fólk eitra lodna hóvblaðið.

Jakobina Joensen sigur at enda, at øll, ið vita góð ráð um, hvussu til ber at koma lodna hóvblaðnum til lívs, eru vælkomin at venda sær til sín á tlf. 226377. Tað er ikki vist, at øll ráðini kunnu fylgjast, men tey eru framvegis vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik