Lýsing
Lýsing
Hóast Dimmalætting og Sosialurin geva skarvin yvir, og Prentmiðstøðin letur aftur, verður lokala røddin í Norðoyggjum síðani 1915 framvegis prentað í Føroyum. | Mynd: Egin mynd.

Rætting til KvF: Norðlýsið stuðlar framvegis føroyskari framleiðslu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.07.2021 - 20:03 Leiðarin Tíðindaskriv

Í Degi og viku í kvøld var nærmast jarðarferðarstemningur, tá Georg L. Petersen og Eirikur Lindenskov, ávikavist fyrrverandi og núverandi blaðstjóri, søgdu, at nú var slutt við at prenta føroysk bløð í Føroyum. Hetta er barasta ikki rætt. Norðlýsið verður framhaldandi, sum tað einasta føroyska tíðindablaðið, prentað í Føroyum.

Fyri knapt 2 mánaðum síðani tóku eigararnir av Prentmiðstøðini avgerð um at lata Prentmiðstøðina aftur á ólavsøku. Eigararnir eru Pf. 2, ið er eitt felag hjá fyritøkuni Nema, og sp/f Sosialurin, og orsøkin var, at tað ikki loysti seg fíggjarliga at lata bløðini prenta í Føroyum longur. Sostatt er Norðlýsið einasta blaðið, ið verður prentað í Føroyum. Norðlýsið verður prentað á Føroyaprenti.

Roknskapurin hjá Prentmiðstøðini fyri 2019 vísti 4 milliónir í eginogn, onga skuld, men eitt undirskot uppá 400.000 krónur. Men kortini varð avgerð tikin um at lata Prentmiðstøðina aftur, og harmaljóð frá m.ø. rektaranum á Kambsdali gjørdu onga mun fyri ta avgerðina. Prentmiðstøðin hevur annars verið einasta prentsmiðjan í Føroyum við rotatiónspressu, og var tað ikki fyri Norðlýsið, so endaði søgan hjá føroyskari prenting, ið annars hevur verið í gongd síðani 13. mai í 1852, á ólavsøku í ár.  

Framyvir fara Dimmalætting og Sosialurin at verða prentað í Danmark, og vit á Norðlýsinum skulu ikki vera skinhelligir, tí vit bóðu eisini um tilboð úr Danmark. Men tá til stykkis kom, vigaði tað at stuðla føroyskari framleiðslu meira. Sjálvandi gera vit tað ikki treytaleyst og fyrilitarleyst, tí vit hava tað fíggjarliga at hugsa um sum øll onnur, men vit fingu eitt gott tilboð frá Føroyaprenti, og tað saman við tí, at góðskan á pappírinum er munandi betur, gjørdi, at vit valdu føroysku loysnina. Tey meira drúgvu serbløðini verða tó av ymiskum orsøkum prentað í Danmark.

Tað er ein tristur veruleiki, at prentaðu miðlarnir síggja eitt munandi minni upplag av prentaðum bløðum. So seint sum í 2010 vóru 26.400 eintøk prentað, meðan tíggju ár seinni var tað meir enn hálverað til 11.900 eintøk, sambært Hagstovuni, ið Portal.fo hevur spurt seg fyri hjá. Men okkara hugburður er, at so leingi tað er lív, er vón, og vit ætla ikki at gevast við prenting í Føroyum, fyrrenn alt er roynt fyri at sleppa undan.

Eftir at vit høvdu tikið avgerðina um at stuðla føroyskari framleiðslu fingu vit at vita, at hetta uttan iva ger okkara blað Norðlýsið til lýsingarblaðið hjá almennu Føroyum. Hetta merkir, at teir føroysku myndugleikarnir fara at seta sínar lýsingar og síni boð til Føroya fólk í okkara blað, og hetta er at fegnast um, tí alt annað líka fer tað at merkja, at Norðlýsið eisini fer at venda sær til lesarar uttanfyri kjarnaøkið Norðoyggjar og upplandið Eysturoy, ið annars hevur verið okkara høvuðs-fokusøki.

Visiónin er framvegis serliga at miðla tíðindi úr landnyrðingspartinum av Føroyum, men sanniliga eisini at vera ein miðil, ið ongin føroyingur verður skuffaður av at halda ella keypa í leysasølu. Vit fevna breitt og lýsa vinnulív og mentan úr mongum vinklum, eins og vit royna at fáa øll politisk sjónarmið við, hóast vit ikki fjala, at okkara sympati liggur í Norðoyggjum. Vit vóru millum høvuðskundarnar hjá Prentmiðstøðini í Havn, og eru nú kundi hjá Føroyaprenti, eisini í Havn, so hóast vit eru lokalir, so fara vit altíð at velja føroyskar loysnir uttanfyri Norðoyggjar fram um útlendskar loysnir, alla staðni, har tað ber til.

Skulu Føroyar velja Norðlýsið, má Norðlýsið velja Føroyar, og hervið vilja vit gera okkara til, at tann stolta føroyska prentsmiðjutraditiónin frá 1852 ikki fer fyri bakka.

Við tí in mente áttu fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting og núverandi blaðstjórin á Sosialinum ikki at verið so tyngdir av sorg. Vit eru enn nøkur, ið stuðla føroyskari framleiðslu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin