Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ikki minst nógva byggivirksemið við Djúpumýru vísir, at her er áhaldandi menning og nørandi gróður kring KÍ. | Mynd: Oliver Joensen

Kvøða til KÍ á 117-ára degnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.08.2021 - 08:59 Ítrottur Leiðarin

Tá ið hesar reglur verða skrivaðar, fyllir Klaksvíkar Ítróttarfelag 117 ár. Okkara felags stoltleiki í Norðoyggjum, sum hevur upplivað djúpar aldudalar, ríður í dag á einum aldukambi, har trøini síggja út til at vaksa inn í himmalin. Sjálvandi eru vit norðoyingar eyka stoltir av tí, men vit líða sanniliga eisini saman við KÍ, tá tað gongur illa. Tað er, sum um KÍ er ein partur av okkum sjálvum.

Klaksvíkar Ítróttarfelag varð stovnað 24. august í 1904, og blaðstjórnini kunnugt er tað aðru ferð, at orðingin “Klaksvíkar” (tá Klakksvíkar) verður brúkt í almennum høpi um allar fýra búsetingarnar í núverandi býnum. Tað fyrsta var Klakksvíkar Sjúkrahús. Hetta var áðrenn Klaksvík gjørdist býur og egin kommuna í 1907. So til ber væl at siga, at KÍ var frammanfyri sína tíð við samanhaldinum í Norðoyggjum. Áður, og fram til 1907, hevði núverandi Klaksvík verið 4 ymiskar bygdir, í dag kendir sum býlingarnir Norður í Vági, Uppsalir, Gerðar og Myrkjanoyri.

Vinnaramentaliteturin vísti seg eisini tíðliga. Á fyrstu Norðoyastevnuni í 1936 vann KÍ, eins og KÍ eisini vann fyrsta føroyameistaraheitið í 1942. Báðu ferð var mótstøðan aldursforsetin og stoltleikin í Suðuroyar Norðaru helvt, Tvøroyrar bóltfelag. Norðoyastevnudystin í 1936 vann KÍ 2-1 og finaluna í 1942 vann KÍ 4-1.

Onki felag kann liva av søguni einsamallari, og eftir djúpu kreppuna í 2009 var greitt, at her máttu aðrir bollar á suppuna. Tað tók fleiri ár at byggja KÍ upp eftir tað, men síðani 2016 hevur KÍ eisini konsoliderað seg í toppinum í føroyskum fótbólti, og hevur rættiliga greitt meldað út, at har ætlar felagið sær at verða. Innsatsurin hjá venjaranum Mikkjal Thomassen kann ikki yvirmetast, og eftir at hava roynt fleiri uppskriftir, tykist KÍ hava funnið frymilin, ið virkar: Ein góð blanding av ungdómsuppaling og útlendskum stórtalentum gevur KÍ tey bestu úrslitini.

KÍ er í ár ósigrað í Landskappingini. Hinvegin hevur KÍ mugað sagt farvæl til bæði europeiskan fótbólt og steypakappingina longu í fyrsta umfari; nakað sum ikki einans hevur verið ringt, tí tað hevur givið felagnum høvi at halda fult fokus á føroyameistaraheitinum. Og hóast tað ikki er komið í hús enn, so sær veruliga bjart út eftir teir báðar seinastu dystirnar ímóti nr. 2 og 3. Øll eggini eru nú løgd í somu kurv, og KÍ fer nú all-in at vinna landskappingina 2021. Onki annað hevur týdning í ár.

Fremstu fjepparar felagsins eru longu farnir at spekulera í metum. KÍ hevur longu í skrivandi stund tikið metið fyri besta málmun (+70), men hetta kann sjálvsagt framvegis broytast. Metið um flest skotin mál er 6 mál burturi, fægst mál ímóti er heili 12 mál burturi, og munandi longur vekk liggur metið um flest stig. Vit skulu als onki skinn selja nú í august, men onki er galið í at seta sær sunn mál at stremba fram ímóti.

Sagt hevur verið um núverandi KÍ-liðið, at tað er tað besta í fimmti ár. Tá verður sjálvandi sipað til, at hetta liðið er tað besta síðani legendariska 66-liðið, og hendan metingin er uttan iva á góðari leið. Tað fer tíðin tó at vísa.

Hjartans tillukku við teimum 117, Klakksvíkar Ítróttarfelag! Tit eru sjálvur stoltleikin í Norðoyggjum.

 

Ikki minst nógva byggivirksemið við Djúpumýru vísir, at her er áhaldandi menning og nørandi gróður kring KÍ. Mynd: Oliver Joensen

 

Ikki minst nógva byggivirksemið við Djúpumýru vísir, at her er áhaldandi menning og nørandi gróður kring KÍ. Mynd: Oliver Joensen

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni