Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: 6abc.com

Eitt sindur um ódnir við I (i)

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.08.2021 - 10:52 Tíðindi Veðrið

Ofta hevur verið tikið til, at við upphitingini av jørðini fara ódnirnar at gerast títtari og ógvusligari, og at fólk á teim útsettu leiðunum tí tí skulu venja seg við, at hetta næstan fer at verða gerandiskostur.

Tropiska ódnin Ida herjar í hesum døgum í Louisiana í USA. Nógvur vindur hevur verið kring miðjuna – miðalvindurin var um 70 m/s, tá ið hann var mestur.

Tað er tó ikki vindurin, sum ger størsta skaðan á landi. Tað er tann fløðandi sjógvurin og alt regnið, sum ikki rennur burtur, sum gera nógv tann størsta skaðan á m.a. hús, vegir og brýr.

Tað eru nógvir hættir at nýta til samanberingar av ódnunum seinastu árini. Úrslitini eru ymisk, alt eftir hvussu ein ber saman hagtølini.

Ódnin Irma, sum herjaði í 2017, hevði mest megi. Reduseraða lufttrýstið í miðjuni var 914hPa. Her er hon avmyndað úr fylgissveini, tá ið hon var stødd norðan fyri Dominikanska Lýðveldið 7. september.

Her havi eg gjørt kanning og borið saman hagtøl, hvussu tíðliga í sesongini ódn ella stormur nevndur við konufólka- ella mannfólkanavninum I er komin. Í ár kom Ida 29. august – er tað fyrr enn vanligt ella ikki?

Tey seinastu 10 árini hava stormar ella ódnir, nevndar við fornavni, byrjandi við I, verið:

  • 2021: Ida, ódn í flokki 5 – 29. august. Minsta málda trýstið í miðjuni var 929hPa
  • 2020: Isaias, ódn í flokki 1 – 30. juli. Minsta málda trýstið í miðjuni var 986hPa
  • 2019: Imelda, stormur – 17. september. Minsta málda trýstið í miðjuni var 1003 hPa
  • 2018: Isaac, ódn í flokki 1 – 7. september. Minsta málda trýstið í miðjuni var 995hPa
  • 2017: Irma, ódní flokki 5 – 30. august.  Minsta málda trýstið í miðjuni var 914hPa
  • 2016: Ian, stormur – 12. september. Minsta málda trýstið í miðjuni var 994hPa
  • 2015: Ida, stormur – 18. september. Minsta málda trýstið í miðjuni var 1001hPa
  • 2014: Isaias – bókstavurin ikki brúktur hetta árið, tí sesongin endaði tíðliga
  • 2013: Ingrid, ódn í flokki 1 – 12. september. Minsta málda trýstið í miðjuni var 983hPa
  • 2012: Isaac, ódn í flokki 1 – 21. august. Minsta málda trýstið í miðjuni var 965hPa

Hesi 10 seinastu árini eru ódnir ella stormar, byrjandi við bókstavinum I, 5 ferðir komnir í september, 3 ferðir í august, 1 ferð í juli og 1 ferð ikki brúkt. 

Roknað við vanligum miðaltali, er bókstavurin I í miðal brúktur 2. september. 2014 er ikki tikin við.

Ein skjót niðurstøða er, at í 2021 er tropisk ódn, nevnd við fornavni, ið byrjar við I, brúkt nakrar dagar fyrr enn vanligt. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja