Landskassin goldið 37,2 mió. fyri Coronakanningar av ferðandi
Tøl frá Heilsumálaráðnum siga, at tilsamans hevur landið goldið Smyril Line og Thetis 19,4 milliónir fyri Coronakanningar av ferðandi í 2020 og 17,8 milliónir í ár. Her eru kanningarnar á sjúkrahúsunum, sum til dømis 4.-dagskanningar ella 6.-dagskanningar, ikki taldar við.
Allar rokningarnar eru ikki komnar enn, og serliga íresta rokningar frá Smyril Line. Sostatt verður talið enn hægri, tá avtornar. Thetis hevur fyrst og fremst kannað loftvegis ferðandi til Føroyar, meðan Smyril Line av góðum grundum hevur kannað sjóvegis ferðandi.
Niðanfyristandandi talva er frá Heilsumálaráðnum, og er yvirlit, ið vísir tað, sum Heilsumálaráðið higartil hevur goldið fyri, at ferðandi til Føroya hava verið kannað við komu fyri COVID-19:
Heilsumálaráðið sigur somuleiðis, at tey ikki hava kravt upplýsingar um, hvussu nógv Thetis og Smyril Line hava kravt inn frá teimum ferðandi sjálvum.