Lýsing
Lýsing
Lýsing

LOA ger nógv burturúr Mentanarhúsinum í Klaksvík

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  02.09.2021 - 14:41 Mentan Myndarøð Tíðindi

Byggingin hevur gingið væl, og er nú komin í helvt. Byggingin er tikin upp eftur summarsteðgin við fullari styrki. Sum tíðarætlanin sigur, skal hetta prýðiliga hús standa liðugt komandi summar - summarið 2022.

Kostnaðurin er mettur til 60 mill og hevur LOA, Lokale og Anlægs Fonden stuðlað byggingini við 9 mill. Kultur- og Slotsstyrelsen 9,5 og býráðið 27 mill.

LOA hevur frá byrjan av verið rættiliga áhugaðir í hesi bygging, sum Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen arkitektar hevur staðið fyri at projektera, meðan Kanjon er høvuðsarbeiðstakari. LOA hevur eisini havt ávirkan á og ynski um ymisk serstøk viðurskifti í húsinum, uttan tað tó hevur brotið við arkitektoniska sniðið.

Í summar, um tað mundið tá ið reisigyldið var, gjørdi LOA ein film um húsið, sum teir leggja á sína heimasíðu, sum kunning um eitt áhugavert projekt, teir stuðla.

Í filminum, kunnar Ósbjørn um hugsanir hendan projektið. Dómsnevndin, sum skuldi taka støðu til tey fýra innkomnu uppskotini, valdi hetta uppskotið og brúkti ímyndina, at húsið lá sum ein steinur ella eitt skrín í lendinum og lat seg upp um kvøldarnar og segði frá mongum ”spennandi søgum”. Nakað tað sama sigur arkitekturin um sítt hugskot við bygninginum, sum eisini skuldi taka atlit til verandi bygningm Posthúsið, ið Palli Gregoriussen hevur teknað.

Heri Ellingsgaard greiðir frá hví Norðoya Listasafelag er áhugað í hesum bygning, og sum felag kemur at verða ein av brúkarunum av húsinum.

At enda greiðir Karl H. Johansen frá týdninginum av, at eitt slíkt mentanarhús verður bygt í Klaksvík, her tað er eitt rættiliga margfelt mentanarlív – tó at vinnan og ráðstevnur annars sanniliga skulu kunnu nýta húsið eisini.

 

Trýst á hesa leinkjuna, so sært tú hvat LOA skrivar - og eisini filmirnar um húsið

https://www.loa-fonden.dk/aktuelt/2021/videointerviews-med-arkitekten-brugeren-og-borgmesteren/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…