Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nær við at skapa stóra úrslitið móti Danmark

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.09.2021 - 22:01 Ítrottur Tíðindi

Í seinna hálvleiki var tvørstongin í vegin fyri, at Føroyar komu á odda og helst tá høvdu fingið stig móti einum av bestu liðunum í Evropa.

Tað bleiv so stórt kvøld sum tað kundi vera, tá eitt lið tapir, tá Føroyar spældu á Tórsvølli í kvøld. Í fyrra hálvleiki var stóra løtan, tá VAR kolldømdi eitt mál til Danmark vegna rangstøðu. Danmark vann at enda 1-0, har sigursmálið kom eftir eitt frísparksinnlegg móti endanum av dystinum. Beint áðrenn fekk René S. Joensen sítt seinna gula kort, og tað gjørdi støðuna kanska nakað meira óskipaða enn annars, tí ein leikari manglaði í verjustøðuni. Tað var nær við rangstøðu. Í seinna hálvleiki komu Føroyar til ein stóran møguleika, ein tann størsta í dystinum, tá innkast endaði við, at Jóan Símun Edmundsson skallaði á tvørstongina.

Føroyska avrikið var framúr gott, har allir leikarar stríddust alt tað, ið teir kundu, og nakað afturat. Í málinum var Teitur M. Gestsson stórspælandi og spurningurin her, um hann her á stóra pallinum gjørdi málmansplássið til sítt framyvir. Føroysku áskoðararnir vóru sera mælskir allan dystin og fagnaðu føroysku leikarunum eftir dystin.

Eftir minni góða dystin móti Ísrael, so reisti føroyska liðið seg og var bara 10 minuttir frá einum av størstu úrslitunum í søguni. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja