Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: VFI

Koltur: Hættisligt inntriv

SKRIVAÐ: Sjúrður í Koltri  |  08.09.2021 - 09:07 Lesarabrøv Mentan Vinna

Hví taka áseyðin av í Koltri? Og hvat ger Tjóðsavnið við tað fornfrøðiliga?

Plantufrøðingar vilja taka áseyðin av, fyri at síggja munin, tá ið einki bit er. Men hvat verða avleiðingarnar av hesum m.a. ?

Í sendingini Nón í KvF. í summar vóru trý umboð frá Tjóðsavninum, ein savnsvørður á landsdjóradeildini, ein plantufrøðingur og ein lívfrøðingur, har ið tosað varð um at gera ”Koltur klárt til eitt náttúrufriðøki”. Alt var bara so spennandi og fantastiskt og ikki minst hesar 2 mill. fóru at verða til 60 mill. afturat?

Nú skal tað almenna Tjóðsavnið taka, støðu, og vit vænta av teimum, at tað er skikkað til nógvar ymiskar uppgávur í varðveitingarhøpi í Føroyum, Koltur er so eitt.

Spurningurin er so, um tað søguliga fer afturum við hesum nógvu pengunum, og harvið velur Tjóðsavnið eina aðra leið enn higartil við Koltri. Men er tað væl umhugsað? Skilji væl, at Tjóðsavnið er í villareiði, tí at Koltur varð blakað í føvningin á Tjóðsavninum eftir einari nátt, uttan teirra umbøn ella íblanding fyri umleið 8 árum síðan. – Koltur var tá uppgivin sum landbrúksoyggj av Búnaðarstovuni í Kollafyri, og varð Koltur møguliga eitt haft um beinini á Tjóðsavninum.

Í sendingini vóru ikki góð argumentir fyri at avtaka seyðin. Fari at nevna onnur øki eisini á oynni, tí at Tjóðsavnið hevur ringt við halda seg til høvuðs visjónina sum er gransking, varðveiting og miðlan um farna søguliga tíð.

Í sendingini Nón í KvF. varð sagt, at seyðurin er ein skaði fyri gróðurin í oynni, men tað er ikki rætt, tí at seyðurin gongur ikki allastaðni. Í einum stórum øki sleppur seyðurin framat til at ganga og eta, men hann hevur ikki møguleikar at ganga allastaðni, so har sleppur tað at vaksa, sum nú einaferð veksur, so har er friður. Eitt skal sigast afturat, at seyðurin etur ikki øll grassløg. So har eru nógvar plantur og grassløg, sum fáa frið. Har er nógvur spennandi gróður, serliga tí oyggin er so høg, og har er vallað til hægsta punkt, so har er nógv hjá plantufrøðingum at gleðast um, sjálvt um oyggin er lítil so er eisini pláss fyri teimum.

Rætt er tað, at tá ið seyður ikki er á einum øki, so broytist gróðurin. Her er bara at fara runt Føroyaland at hyggja. Tað er ikki neyðugt at bíða í nógv ár, og als ikki við at taka seyðin av í Koltri. Vit hava nógv øki í landinum, har tað veksur vilt í frið og náðum.

Eitt øki, sum er friðað fyri seyð og neyt, er Heima á Sandi, tað sum verður kallað Uppi í Nesi. Tað økið hevur verið friðað síðani 1972. Hugsandi er, at nógvur gróður er har, sum ikki veksur aðrastaðni. Eitt annað ”plantu-eldorado” er longsti hamarin í Føroyum, Traðarhamar, eisini Heima á Sandi. Har eru røkur og rókarendar, sum seyður ikki kemur til, har vaks pílur m.a. í gomlum døgum. Vita plantufrølingarnir, um pílur framvegis veksur har?

Men hetta er ikki nakar nýggjur tanki at avtaka seyð og onnur livandi kríatúr í Koltri. Verður farið 30 ár aftur í tíðina, so høvdu plantufrøðingar eisini ynski um at taka seyðin og neytini av og lata alt vaksa vilt.

Avleiðingar av ongum seyði

Hugsa vit okkum til, at  Tjóðsavnið tekur seyðin av, verður ein viðlíkahaldsskipan av vegitatiónini burtur og serliga har, sum seyðurin rásar. Ein skipan ella røkt, sum seyðurin hevur hildið viðlíka í meira enn 1000 ár, og har ið fólk hava gingið og brúkt seyðarásirnar sum gøtur líka so leingi, sum seyðurin hevur verið í oynni.

Í Nónsendingini varð sagt, at ætlanin var at stika, t. e. hegnað oynna av, so 80% var friðað fyri seyð, og tann syðri parturin 20% var til seyð. Her má eg siga, at tað verður ringt hjá seyði at ganga, tí tað liggur so nógv undir í sjóroki um veturin. Har fer seyðurin at trívast illa.

Góðu fólk, skal gangast trygt um alla oynna av fólki, so má seyðurin verða í oynni, og so er neyðugt við allari oynni.

 

 

Í einari so høgari oygg, sum er 478 m. høg, er hetta eitt menniskaligt hættisligt inntriv. Tí seyðurin rásar dagliga og alt árið og eftir árstíðinum, bæði á láglendi og hálendi, og fólk brúkar tær sum gøtur at ganga eftir, og tað er alneyðugt at brúka rásirnar, tá ið gingið verður í so høgum hæddum. At detta oman er altíð ein vandi, men tað er ikki vamdamiklari enn so, um ein er ansin og tryggur í lendinum, so er eingin vandi. Lendið verður ótrygt, tá ið undirlendið er ótrygt, t. e. at tá ið rásir og gøtur ikki verða traðkkaðar til, vetur og summmar, so er hetta ein uppaftur størri vandi at ganga í haganum.

Skal ein ganga runt oynna bæði innanbergs og í hæddinum, so er tað eftir rásunum og ikki millum rásirnar. Eru rásirnar grasaðar til við grasi, mosa og øðrum vøkstri, so er ikki trygt at ganga. Rásirnr broytast í tíðum og kunnu eisini fara um veturin av ísi og vætu, men tað finnur seyðurin skjótt útav at gera aðrar nýggjar rásir. Hetta er ein partur av tí unika. Verur seyðurin avtikin, verður tað eitt sár, sum er ólekiligt.

Tann fornfrøðiligur parturin

Tjóðsavnið hevur havt ringt við at fóta sær vesturi í Koltri og verið við í verkætlanum, sum eru framdar, ivaleyst av ymiskum orsøkum, sum er ógreitt? Men tað stutta av tí langa er, at Føroya Forngripafelag, sum hevði arbeitt har í meir enn 8 summur, har hábærsliga hoygghúsið hjá Kalbaks-Jógvani Norði í Gerðum varð sett í góðan stand, og m.a. vórðu tey elstu sethúsini Niðri í Húsi liðugt gjørd uttan við umhugsni fyri tí gamla, og við vitan, man hevði um húsini, sum tey høvdu sæð út fyri 1900

Tá tað var liðugt, varð Føroya Forngripafelagið blakað av oynni. Men tað, sum eisini kemur í søgubøkurnar, er tað ídni frá Føroya Forngripafelagnum við Mortani Winther Poulsen, sum gørdi tað, at verkætlani byrjaði í 1992

Arbeiðið og arbeiðsorkan hjá Føroya Forngripafelagnum varð ikki loftað av Tjóðsavninum, sjálvt um ein lutur úr 10. øld varð bleiv funnin beint við húsini, tá ið tað varð grivið niður á tað gamla grundarstøðið. Luturin varð latin Tjóðsavninum, og tað var so tað við takk og farvæl.

Tað, sum nú varð gørt eftirfylgjandi, var, at modernaður innrætningur varð gjørdur í teimum elligomlu sethúsinum Niðri í Húsi við stuðli frá Mærsk og restin av býlinginum Heima í Húsi varð gjørdur sum best bar til av fremmandun fólki og aftaná, tá ið liðugt varð, sum er skrivað omanfyri, kom tann løgna støðan í, at Koltur varð kastað í føvningin á Søvnum Landssins av landsstýrinum eftir einari nátt, frá at vera eitt kongsfesti til eitt fornminni ella ”museal bevaring”, uttan at Landsstýrið visti, hví teir gjørdi so?

Móttakarin Tjóðsavnið var ikki fyrireikað uppá móttøkuna. Tann ógreiða støðan var tann sama sum áðrenn. Tað sum nú var øðrvísi, var, at nú hevði Tjóðsavnið skeytið upp á matrikkulin Koltur. Skeytið hevur ikki givið nakran íblástur til fornfrøðiliga gransking. Gott nokk eru grivið eitt hol, tað er so tað. Hví er tað, at ikki meira verður gjørt burturúr at fáa stuðul til fornføðiliga gransking? At fáa eina heila oyggj at forvalta verður eindømi í Føroyum. 

Tá ið nú Tjóðsavnið hevur endaliga fingið uppgávuna vegna landið umsjónina av søguligu virðum í Koltri, so er nærliggjandi, at stovnurin setur gransking og tað fornfrøðiliga á breddan, sum ein nattúrligur partur, til tað søguliga íkastið til søguna, m.a. innsavnan og varðveiting. Tí tað er fyrst og fremst endamáli stovnsins fyri land og fólk. Tað sampakkar ikki við endamálið hjá Tjóðsavninum, at taka áseyðin av í Koltri.

Vónandi fer Tjóðsavnið at leggja dent á at leggja afturat søguni og ikki øvut, so vit øll fáa gleði av tí teirri gransking, sum bæði útlendingar og føroyingar kunnu gera vesturi í Koltri.

Tað var í 1992, tá ið húsvíkingurin Jens Pauli, pápi mín Joen Jacob í Koltri og undirritaði rullaðu tann fyrsta steinin upp á pláss til ein vegg, sum var farin í Jólaódnini í 1988 – lunnarnir fyri varðveiting um eina farna tíð vóru lagdir tann dagin. 

Á sumri í 1992 byrjaðu vit upp á endurbygging, eg sjálvur, pápi mín og Jens Pauli í Húsavík, og síðani komu Hergeir í Nólsoy, Dánjal Petur í Kvívík og Mortan Winther Poulsen.

 

 

 

Jólaódnin í 1988 hevði gjørt stórt inntriv í bygningarnar. Tankin og hugburðurin at varðveita og granska eina farna tíð kom meira og meira í spargament saman við Føroya Forngripafelag, har motorurin var Mortan Winther Poulsen. Føroya Forngripafelagi stuðlaði arbeiðið ta fyrstu tíðina, t.v.s. laðingar og at fáa tilfar til tak og annað. Tey fyrstu sumrini varð arbeiðið eisini stuðlað av Føroya Sparikassa. Ein góð byrjan frá fyrsta degi sum helt nøkur ár fram, har hædd varð tikið fyri, at hetta var eitt gamalt samfelag, sum hevði virkað og livað í oynni í meira enn 1000 ár. Her skuldi ikki arbeiðast fram eftir fummum.

Her ættarlið eftir ættarlið høvdu livað og virkað av tí tilfeingi, sum oyggin gav. Her var seyður, neyt, høglig fuglabjørg, gott kornpláss og fiskur beint útfyri. Her síggjast enn stórar víddir av veltum bøi, bæði í yngri tíð og elligamlari tíð. Her er einki at ivast í, at her hava nógv fólk búleikast, og kann væl hugsast, at tað hevur verið lætt at ferðast hjá fólki tá ið tíðini, tí lendisviðurskiftini eru framúr.

Tíanverri var tíð og stað gloymd til gransking, tá ið stuðulin varð latin av A.P. Møller og Hustru fond til býlingin Heima í Húsi, og eftir ongari tíð varð ein endurreising gjørd liðug.

Her er framvegis ein gyltur møguleiki at ríka okkara søgu við útgrevstri og gransking í siðsøguligum og fornfrøðiligum høpi, sjálvt um ein tíðandi partur er órógvaður Heima í Húsi. Men har er nógv eftir, so vónandi fara vísindafólk at geva hesum ans og geva farna samfelagnum viðring, so onnur eisini kunnu dyrka og gleðast um tað.

Koltur er ein innoygg, og eingin ivi er um, at hetta hevur givið oynni ein tíðandi leiklut í søguni har ið Bønhúsið og Krossurin tala fyri seg, og hava havt ein virknan lut í katólskari tíð, har katólskir prestar úti um heim hava vitjað og hildið sínar messur vesturi í Koltri, og ikki at gloyma miðstaðin.

Eitt, sum er komið í søgubøkurnar, er tað blóðið, sum var í oynni í meiri enn túsund ár, varð skift út av myndugleikunum við nýtt blóð til eina nýggja bóndatíð, - ”eitt landbrúk í Koltri”, - eitt utopi sum varð arbeitt við í áravís? Nútíðin hevði longu í 1992 pallsett landbrúkið,  -  tað lítla bóndasamfelagið vesturi í Koltri var liðugt, tað var farið og kemur ikki aftur.

Tað arbeiði, sum er gjørt Heimi í Húsi, er gjørt og vendis illa aftur, men eitt skulu handverkararnir eiga, tað sum er gjørt, er snøgt, vælgjørt og pent. Nógv er eftir, m. a. býlingurin Norði í Gerði, umframt neyst og garðar.

Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Koltri, virka, liva og halda eitt samfelag á lívi til 1993, hava sjálvandi eisini gjørt misstøk, sammet við hvat ið var rættari og hvat ið var skeivari, men tá var Koltur eitt vælvirkandi samfelag við tveimum familjum, har Strandferðslan syrgdi fyri góðum ferðasambandi bæði sjóvegis og í luftini.

Men í 1992/93 var bóndasamfelagið var liðugt og fari í søguna, nú kundi byrjast upp á eina nýggja tíð. Nýggir lunnar komu í spargament, sum ikki skuldi bróta frá teimum gomlu lunninnum. Við óknekkiliga Mortani Winther Poulsen á Føroya Forngripafelag varð arbeiði sett í gongd í 1992. Við einari entusiasmu, við einari trúgv uppá, at hetta var ein góð leið. Við fleiri borðfullum túrum av Velbastað út í Koltur við tí hvíta 4-mannafarinum við grønum stokkum, har í Mortan við sínum bili kom úr Havn við tilfarið, var ein byrjan, sum vildi nakað. Hetta var um summari 1992 og 1993.

Tað hevur verið og er ógvuliga ógreitt, hvønn leiklut Tjóðsavnið hevur yvirskipað – hvar eru visjónirnar í Koltri? Fer Tjóðsavnið at megna at leggja hendan mentunararvin - Koltur, afturat søguni, ella sleppuír Tjóðsavnið endanum nú? Og letur údlenska serfrøði oynna.

Eg fari at heita á løgtingið og landsstýrið um at stegða hesum við at taka áseyðin av í Koltri

Sjúrður í Koltri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast