Lýsing
Lýsing
Lýsing

Breyðvirkið fekk heiðurin sum Ársins íverksetari 2021

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.09.2021 - 15:54 Tíðindaskriv Vinna

Fyri løtu síðan bleiv kunngjørt, at fyritøkan Breyðvirkið, sum tær báðar Fríða Hansen og Randi Olsen reka og eiga, er kosin Ársins íverksetari 2021

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Ársins Íverksetari 2021

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Breyðvirkið til Ársins íverkseta 2021.

Løgmaður segði millum annað:

“Ársins íverksetari hevur í nógv ár havt ein dreym um at byrja egið virksemi við eini dygdargóðari og vistfrøðiligari vøru. Við sínum dirvi, áræði og nýhugsni, hevur Ársins Íverksetari endurskapt tað gamla bakaríið og gjørt tað til eina servinnu. Talan er um eitt lítið breyðvirki, sum ger eina ávísa nøgd hvønn dag, helst uttan matoysl, so burðardygt og vistfrøðilig sum møguligt. Tað, sum sermerkir vøruna, er súrdeiggjið og framleiðslan úr hesum.”

Hóast korona hevur herjað á um allan heimin, kann ársins íverksetari vísa á eitt gott fíggjarlig úrslit. Sostatt kann staðfestast, at ársins íverkseti longu frá byrjan hevur lært at tillaga virksemið eftir truplu umstøðunum, sum korona hevur viðført.

Ársins íverksetari var ein av fyrstu verkætlanum á hópfíggingarportalinum hjá Íverksetarahúsinum. Undirtøkan á hópfígging var stór og tað gingu ikki nógvir tímar, áðrenn tær høvdu rokkið fíggjarliga málinum, sum tær høvdu sett sær á portalinum. Aftaná bert 30 tímar høvdu tær fingið 100% av ynsktu fíggingini.

Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var Rúnar Reistrup, ið hevur verið stjóri og við í menningini av fyritøkuni Depop, sum fyrr í ár bleiv seld fyri 10 milliardir krónur. Dagurin var hildin í Norðurlandahúsinum við luttøku av áleið 300 áhoyrarum.

Samanumtikið var dagurin væl eydnaður, og Íverksetarahúsið ynskir Breyðvirkinum hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverksetari 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag