Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sandfrakt á Eiðinum í dag

SKRIVAÐ: Tekst Dávur Winther - myndir: Dávur Winther og Øssur Hammer  |  11.09.2021 - 15:00 Mentan Tíðindi Vinna

Tó at tað var eitt lot av høgætt og steymurin harður, so varð mett, at til bar at liggja á Eiðinum til miðdags, áðrenn vestfallið tók seg upp.

 

Sandfrakt hevur verið við eini last í morgun av ífyllugróti, skervi og sandi, pakkað í sekkum á 1,3 tons. Kanjon tók í móti og koyrdi uppá pláss.

Teir fingu tó ikki lastbilin at starta, so tí gekk tað eitt sindur seinni, at fáa alt tilfarið niðanfrá bert við einum stórum traktori. Tí vóru teir ikki lidnir at lossa, fyrr enn klokkan var farin av 14.

Men skiparin, sum henda túrin var Øssur Hammer, sigur eins og skipararnir á Rituni, at havnarlagið er munandi betri, nú tað er longt og hækkað. So her var væl liggjandi, tó at tað var eitt sindur meira ókyrrt eftir at vestfallið kom.

Møguliga skal Sandfrakt enn ein túr við tilfari út til Svínoyar, sum Kanjon skal brúka til okkurt arbeiðið, teir hava í kvittanum.

Gamalt var, at tað sum ikki er komið í oynna av stórum lutum fyri Ólavsøku, kemur ikki! Tí tá hevur brimið tikið seg upp og legst sjógvurin ikki aftur fyri veturin. Men hetta hevur tíbetur ikki passað í ár – kanska við hjálp frá einum bøttum havnarlagi. Men veðrið hevur eisini spælt við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi