Lýsing
Lýsing
Lýsing

Burðardygg verkætlanin á dagstovnaøkinum

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø, Forkvinna í heilsunevndini  |  12.09.2021 - 18:24 Politikkur Tíðindaskriv

Ting verða niðurslitin, um tey verða brúkt. Vit síggja alt ov nógv ting, sum ikki verða brúkt, so tað at okkurt er niðurslitið er í sjálvum sær eitt gott tekin. 

Á dagstovnaøkinum er hetta sjón fyri søgn; har sofur, gardinur, teppur, leikur o.a. ikki altíð hava so langa livitíð. Hetta ynskir Fía Heinesen, sum er tekstil sniðgevi, nú at gera nakað við, og verður hon næstu mánaðarnar tøk á dagstovnaøkinum, har hon fer at umvæla gamlar møblar, toy og ting. 

Sum forkvinna í heilsunevndini fegnist eg almikið um hetta átakið, sum Klaksvíkar Kommuna hevur valt at raðfesta.  Hetta er við til at varpa ljós á endurnýtslu og kreativa umskapan og mín vón er eisini, at hetta kann geva okkara smástu borgarum innlit í eina burðadygga tankagongd og skerpa tilvitið og hugflogið, tá tey síggja at ting verða gjørd í stand og fáa nýtt lív. 

 

Endurnýtsla og burðardyggar loysnir er vegurin fram, og skulu vit verða ein grøn kommuna skulu vit eisini megna at raðfesta og geva slíkum verkætlanum ans - tað er so umráðandi at vit leggja góð virði í okkara børn, tá talan kemur til oyðsl og materialismu og hetta kann verða eitt stig á vegnum. 

 

Góða eydnu við virkseminum, Fía.

 

Annika S. Biskopstø

Forkvinna í heilsunevndini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!
Kommunur kunnu ikki ognartaka almenna jø…
Tussj: - ÍF hava hjálpt og stuðla mær nó…
Eykakonsert: Heiðurs­konsert fyri ”Teimum…
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…