Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilmeldingin til Kvøldskúlan er byrjað

SKRIVAÐ: Erik Biskopstø, leiðari  |  19.09.2021 - 09:00 Mentan Tíðindi

Mangt og hvat er á skránni at ganga til í vetur, eisini fleiri nýggj og forkunnug skeið umframt tey vældámdu skeiðini, sum eru afturvendandi. Tilmeldingin lat upp fríggjadagin

Sum nakað nýtt var ein roynd í fjør gjørd at hava rørsluvenjingar fyri fólk 60+ í Badmintonhøllini, tí ikki bar til at sleppa í Ven og virka hølini í Smæruni vegna koronusmittuna. Fleiri vóru ivasom, um tað fór at rigga, men eftirfylgjandi kunnu vit siga, at tað var ein stór success. So stór, at luttakararnir vónaðu, at tað kundi halda fram. Tað hevur eydnast at gera avtalu um at kunna halda fram í Badmintonhøllini, sjálvt um tilboðið í Ven og virka eisini verður tikið uppaftur. Sostatt eru báðir møguleikarnir nú í vetur.

 

Í vetur verður eisini arbeitt við at fáa lív í eitt manskór í Klaksvík aftur. Tað hevur ligið í dvala í uml. 30 ár. Fiona Parker hevði eitt manskór fyrst í 90-unum. Men tað steðgaði upp aftur. Nú er Fiona aftur blivin virkin í Klaksvík sum dirigentur og lærari hjá hornorkestrinum, og hon hevur játtað at hjálpa til at fáa lív í manskórið aftur, og tað eru vit sera takksom fyri og vóna, at tað fer at eydnast, tí Klaksvík eigur nógvar góðar sangkreftir, og Kvinnukórið, Suð, sum eisini virkar ígjøgnum kvøldskúlaskipanina, hevur verið ein stór sucess og hevur havt nógvar væleydnaðar konsertir, eitt nú sansakonsertir í myrkri í Spinnarínum.

 

Peter Kordt er ein gamal kenningur í Klaksvík. Hann var venjari hjá KÍ í 1980, 81 og 85. Peter Kordt er cand.scient.pol. (Samfelagsfrøði) og cand.phil. Harumframt hevur hann lisið

heimspeki og politiska heimspeki í nøkur ár. Hann kemur at hava eitt forvitnisligt skeið um demokrati. Hóast skeiðið fevnir um stór hugtøk, er tað hugvekjandi, lætt at skilja og skemtiligt, og eisini eggjar hann áhoyraranum at luttaka.

 

Eydna Skaale kemur at hava eitt spennandi skeið um retorik. Hvat er retorikkur?

Og hví hevur hetta aldargamla fakið enn týdning? Skeiðið gjøgnumgongur ymsar síður av retorikki í Føroyum. Skeiðið er lætt og ætlað øllum, sum hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.

Tað hevur eisini eydnast at fáa Føroya helst kendasta heimspeking, Jógvan D. Hansen, at hava eitt skeið í Filosofi, har hann viðgerð tættir úr heimspekissøguni. Nortið verður við nakrar týðandi heimspekingar og hugsanir teirra.

Fleiri skeið hava avmarkað pláss, so tað ræður um ikki at drála ov leingi, um ein vil melda til.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…