Lýsing
Lýsing
Lýsing

Móttøka í virknishúsinum í Mylnugøtu í Klaksvík

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  15.09.2021 - 19:25 Tíðindi

Í dag var móttøka í nýggja virknishúsinum í Mylnugøtu 12 í Klaksvík. Í hesum sambandi helt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna røðu. Les røðuna niðanfyri. 

 

Endamálið við nýggja tilboðnum er at veita virknistænastu til fólk við autismu, ið hava tørv á einum meiri vardum umhvørvi. At tað nú er veruleiki er av sonnum at gleðast um, segði landsstýriskvinnan millum annað. 
 

Góðan dag øll somul, 

Hetta er av sonnum ein stór løta, nú móttøka er í nýggja virknishúsinum í Mylnugøtu 12 í Klaksvík. 

Aftur ein stovnur undir Almannaverkinum, ið rúmar einum breiðum tilboði undir góðum kørmum.  

Endamálið við nýggja tilboðnum er at veita virknistænastu til fólk við autismu, ið hava tørv á einum meiri vardum umhvørvi. At tað nú er veruleiki er av sonnum at gleðast um. 

Tilgongdin við at menna autismuøkið í Føroyum fór av álvara í gongd í 2009. Tað hevði tá í eina tíð víst seg, eisini at vera ein tørvur á einum dagtilboði fyri fólk við autismu.  

Og við støði í hesum arbeiði valdu starvsfólk, sum starvaðust innan økið, samstundis at fara undir at víðari útbúgva seg innan autismuøkið.  

Hetta legði lunnar undir einum dygdargóðum námsfrøðiligum arbeiði.  

Í tilgongdini varð dentur lagdur á at menna vanliga førleikar, eins og at finna røttu samskiftis amboðini, til at menna samskiftið hjá hesum borgarunum.  

Talan hevur verið um ein dagligdag, við skemaløgdum aktiviti, kombinera við nógvum fysiskum avbjóðingum og longum túrum í náttúruni. 

Við árunum eru líknandi dagtilboð løgst afturat, innan virksemið hjá Almannaverkinum. 

Og í 2012 kom dagtilboð eisini í Klaksvík. Hetta helt til her í húsinum, saman við Verkstaðnum á Brekku. Tá komu dagliga seks borgarar við autismu higar, sum allir búðu á stovnum í Klaksvík. Og námsfrøðiligi arbeiðshátturin bygdi á sama leist, sum fyrru stovnarnir. 

Og í dag kunnu vit gleðast um, at Mylnugøta 12, sum stovnur, er farin undir sítt virksemi. 

Skuldi hetta gerast veruleiki, so var neyðugt við hølum til endamálið. Leitað hevur verið eftir einum leigumáli, sum bæði var rúmligt nokk, og sum lá høgliga fyri, við góðari atkomu.  

Møguleikin vísti seg undir sama taki, sum virksemið longu var í, her á Mylnugøtu 12. Útleigarin Bjørg Nolsøe bjóðaði restina av hølunum hjá gamla Sjóklædnavirkinum til endamálið, og eru vit sera takksom fyri hendan møguleikan. 

Næsta stigið var at hugsa ígjøgnum, hvussu virksemið best kundi fáast at virka undir hesum kørmum. Saman við arkitekti Ísaki Johannesen hava starvsfólkini samstarvað um hetta. Og úrslitið eru hesir sera góðir karmar. Vit vita øll, at karmar eru týðandi, og eru við til at skapa trivna og geva rúmd fyri menningini. 

Í sambandi við umbyggingina mugu vit ikki gloyma at nevna byggivirkið hjá Hanusi Højgaard, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, við at seta hesi sera snotiligu hølini í stand. 

Nú tað er Hallur og teir, sum spæla fyri okkum her í dag, so havi eg hug at nevna, at Hallur og konan hava málað hølini 

Fari samstundis at takka øllum arbeiðsfólki, sum hava havt ein leiklut í arbeiðinum. 

Her hava trettan brúkarar, eini kvinna og tólv menn, í aldrinum 20 ár og uppeftir, sín gerandisdag. Tey búgva øll í Klaksvík og góða samstarvið við bústovnarnar, tey búgva á, á Mýruvegi og á Kelduskákinum, er eisini eitt týdningarmikið grundarlag fyri góða úrslitinum. 

Her kunnu tey møta tíðliga á morgni og virka í dagtilboðnum til seinnapart, allar gerandisdagar.  

Sum landsstýriskvinna í almannamálum fegnist eg stórliga um, at tit á Eind 9 á Almannaverkinum, nú hava fingið skipað hetta tilboðið fyri hesi fólk við autismu. Við miðvísum námsfrøðiligum arbeiði og stuðli, fara tey í hesum tilboði at mennast í gerandisdegnum. Sigast má, at nýumvælda virknishúsið er bæði snotiligt og hóskandi til endamálið. 

Við hesum dagtilboði, er enn eitt týðandi klípið lagt afturat, fyri at geva góðar og tryggar karmar, sum styðja undir, at fólk við autismu kunnu virka og mennast so væl sum møguligt.  

Eg fari at enda at ynskja tykkum øllum, saman við avvarðandi, góðan byr. Tað skal vera mín vón, at tit fara at hava tað gott her í nýggja Virknishúsinum á Mylnugøtu 12. 

 

Harrans signing!                    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár