Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bjarni Enghamar /FSF

Avrikið hevur hægstu raðfesting

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.09.2021 - 23:25 Ítrottur Tíðindi

A-landsliðið við kvinnum byrjar HM undankappingina á heimavølli í morgin móti sterkasta liðnum í bólkinum


Tað er mótstøða í heimsflokki, sum kvinnurnar skulu spæla ímóti í fyrsta undankappingardystinum. Spania er sterkasta lið í bólki B, og tær eru heilt uppi á 10. plássi á styrkislistanum hjá FIFA.

Tað er tí eingin ivi um, at sponsku gestirnir eru favorittar undan dystinum, men í føroysku leguni snúgva tankarnir seg fyrst og fremst um egið avrik, sambært einum av royndastu leikarunum á føroyska liðnum.

– Hetta er eitt ótrúliga sterkt lið, sum vit skulu spæla ímóti, og tað ger okkum rættiliga spentar. Vit vilja gera alt fyri at vísa framstig á liðnum, og vit eru tilvitaðar um, at hesin dysturin fyrst og fremst skal snúgva seg um avrik, heldur enn úrslit, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Nógv verður gjørt burturúr áskoðarunum til dystin við fjepparatiltaki og upphiting á niðara vølli frá klokkan 16.00.

Dysturin sjálvur byrjar klokkan 18.00, og til ber enn at keypa atgongumerki her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fríðka um Rótina
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…