Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av vindi alt vikuskiftið - tó onkur løta við still. Regn næstan allan leygardagin. | Mynd: kvf.fo

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.09.2021 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Í dag, fríggjadag, er veðrið í Føroyum ávirkað av einum lágtrýsti, sum er nakað norðan fyri okkum og nærri Norra. Tí er tað útnyrðingur í dag.

Eitt annað lágtrýst fer at troka tað av í nátt. Tá kemur suðurættin aftur, og hon fer at liggja alt vikuskiftið og stóran part av næstu viku eisini.

Í dag hevur verið eitt frískt lot av útnyrðingi. Vindurin er í minking allan seinnapartin, og í kvøld er ferðin komin niður um 5 m/s.

Beint eftir midnátt fer hann at mala úr ymsum ættum, og so kemur hann lágt – fyrst veksandi av landsynningi, úr 5 m/s upp í 10 til 15 m/s á middegi í morgin við regni allan fyrrapartin, men út á seinnapartin aftur regn og ættin fer í útsynning-sunnan. Tað slítur helst ikki í fyrr enn nakað nógv er liðið út kvøldið.  

Hitin í morgin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Sunnunáttina fer hann niður í sunnan, og har liggur hann allan sunnudagin og kvøldið við. Vindferðin fer at vera 10 til 15 m/s um náttina og út á morgunin. Fram ímóti middegi veksur vindurin eina løtu upp í 13 til 18 m/s, men út á seinnapartin fer hann at minka aftur. Á midnátt eru um 5 m/s.

Allan dagin yvirhøvur turt og skýggjað, og hitin fer at liggja um 12 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…