Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veðurlagsserfrøðingur kann seinka grøna orkuskiftinum

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður  |  04.10.2021 - 09:54 Politikkur Tíðindaskriv

Mær dámar væl, at serfrøðingar onkuntíð geva sær stundir til at greiða almenninginum frá síni vitan, tí hetta kann vera gott grundarlag undir einum politiskum kjaki. Men tað er ikki gott, tá serfrøðingarnir sjálvir blíva partur av politiska kjakinum.

Fríggjakvøldið hevði Útvarpið eina stutta samrøðu við Boga Hansen, havfrøðing, um grøna orkuskiftið í Føroyum. Samrøðan var sera stutt, so kanska var høvuðsboðskapurin kliptur burturúr. Men tað sum vit hoyrdu hann siga var ein áheitan á kommunalpolitikarar um at seta seg uppímóti ætlanini hjá landspolitikarum um at lata onnur enn SEV framleiða elorku í Føroyum.

“Eg haldi at teir skulu halda fast við at royna at stuðla SEV í at vera tann primeri elframleiðarin í Føroyum, og royna at forða landspolitikarunum í at forstýra tað fullkomuliga,” segði havfrøðingurin og veðurlagsgranskarin.

Hetta er ein reinur politiskur boðskapur. Jørðin blívur hvørki heitari ella kaldari av, um onnur enn SEV framleiða streymin í Føroyum. Og tað sum er uppaftur verri er, at eitt slíkt úttalilsi kann vera beinleiðis við til at seinka grøna orkuskiftinum.  

Um vit skulu vaksa um framleiðsluna úr varandi orkukeldum við 800 GWt innan 2030, so skulu einar 4 – 5 milliardir krónur nýtast til íløgur tey næstu árini. Her verður brúk fyri øllum góðum kreftum – ikki minst SEV, men eisini øðrum.

SEV hevur gjørt, og skal framvegis gera milliardaíløgur í net, backup skipanir, pumpuskipan o.a., so har er nógv at brúka pengar til.

Eg haldi ikki at vit skulu brúka tíð og orku til at seta partarnar uppímóti hvørjum øðrum, tí brúk verður fyri øllum. Men tað er sera óheppið, um ein serfrøðingur á økinum er við til at seinka ætlanini um eitt grønt orkuskifti í Føroyum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Vágstúni
Amarant: Kaffi og kaka fyri einans 50 kr…
Grani TG 325
Bráðtíðindi: Enn ein búðamaður úr C í A
Silvarenning 2026
Starvs­venjingin er góð og lærurík
Ein klassikari komin til nútíðina
Føroysk badminton á altjóða fundum
Veðurlagsbroyt­ingar og alivinnan
Sjúklingar skulu hava betri umstøður í K…
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Konfirmantar í Christians­kirkjuni dýra b…
Hákun Hansen 35 ára starvsdag hjá Demich
Greiða má fáast á í málinum um Bakkafros…
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…