Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pál Weihe golfvinnari á Sólorku

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  04.10.2021 - 12:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sólorkuprojektið hjá Tróndi Djurhuus her í Albir í Spaniu koyrir sum eftir ánni. Vit eru eini 350 føroyingar her hesa vikuna og sagt verður at eitt flogfar kemur í komandi viku við umleið 150 føroyingu afturat.

Um 500 føroyingar í Albir er umleið eitt prosent av øllum fólkunum, sum býr í Føroyum.

Tey, eg havi tosað við hesar tríggjar dagarnar Norðlýsið hevur verið her saman við Fyndini, havi eg tosað við heilt nógvar føroyingar, sum eru við á Sólorkuferðini og teir siga allir í kór at hetta er ein góð og væl fyriskipað uttanlandaferð. Ikki minst tí at hitin er passaligur til okkara, eini 22-27 hitastig.

Eisini er sjálvur fyrireikarin, Tróndur Djurhuus, ótrúligur at vera uppi í øllum frá morgni til myrkurs. Tú sært hann allan dagin, og hann gongur fremst tá ið ræður um at vera um gestirnar um eitthvørt er gestirnir hava brúk fyri at tosa við hann og hansara toymi um.

Í gjár, sunnudagin hugnaðu vit okkum bara. Tó skipaði Sólorka fyri upplæring í golf ítróttini fyri okkum, sum høvdu hug at royna okkum fyri fyrstu ferð á einum golfvølli.

Vøllurin liggur skamt her frá Albir Garden’s, so vit mundu vera eini 30, sum tóku av ókeypis tilboðnum og gingu til golfvøllin her tætt hjá.

Spaniólin Miguel Torres stóð fyri frálæruni. Hann dugdi sera væl á sín skemtiliga hátt at fara við okkum. Við skemti og nógvum látri skipaði hann fyri golfkapping, har vit nærum bert skuldu venja okkum við at raka bóltin við kølluni.

Kappingin endaði við, at hann valdi Pál Weihe sum vinnara. Ikki tí at Pál var nógv betur enn vit, men sum takk til Pál fyri tað megnar arbeiðið hann hevur gjørt fyri bardagan ímóti covid smittuni í Føroyum. Onkur annar av luttakarunum var tó betri í ítróttini enn Pál og tí gjørdi Pál ikki matari enn at heingja heiðursmerkið um hálsin á rætta ítróttarmanninum eftir at Pál hevði fingið tað hongt á seg.

Marknaður er fastur táttur her sunudagar og hann fekk vitjan av nógvum føroyingum í gjár. Har var sjálvandi nógv vøra boðin fram, sum leðurvøra, ymisk toyvøra og nærum alt tú kanst hugsa tær av frugt og grønmeti. Prísurin var sera lágur í mun til tað vit eru von við heima.

Annars var fólksligið Robert MacBirnie á Váglinum í gjár og undirhelt við tónleiki saman við Hallur og Beddi. Ímillum løgini teir spældu, segði Robert frá brotum úr ævisøgu síni. Ein hugnlig og forvitnislig løta.

Um kvøldið spældu teir eisini til dans í klubbanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja