Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskitúrur í Miðalhavinum

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  07.10.2021 - 21:31 Myndarøð Tíðindi

Vit vóru nakrir, sum eru í Albir í Spaniu, sum hildu, at tað kundi verið stuttligt at royna ein fiskitúr á Miðalhavinum.

Sum sagt so gjørt. Vit avtalaðu leigu av einum báti við skipara og tráðum til fiskiskap og vóru ikki sørt spentir tá dagurin í gjár upp rann og vit skuldu á okkara fyrsta fiskitúr í Miðalhavinum.

Men komnir oman á brúnna í Albir, sóu menn eitt sindur skeptiskir úr, tá teir sóu hvussu veðrið var og hvussu Galatea I, sum báturin vit høvdu leigað sá út.

Men okkara spanski skipari helt ikki at nakað sá løgi út, so hann riggaði óført til saman við einum makkara, ið ikki skuldi við sjálvur. Men sum heimføðisligir føroyingar, so mæltu vit einki, men fóru bara umborð.

Nógvur sjógvur gekk á bátin, tá vit sigldu út. Tá so fiskiamboðini komu á dekki, fingu vit sjón fyri søgn, at hetta fór ikki at spæla væl av.

Tráðurnar vóru alt annað enn brúkiligar. uttasti endin á báðum var brotin og keramikkfóðringarnar í ringunum, sum skuldu leiða tráðin út eftir tráðuni vóru fleiri burtur ímeðan onkur hekk og slongdist á dorgini.

Vit royndu tó okkara besta og brúktu av beitunum, sum skiparin kom við, men veðrið var so vánaligt at illa bar til at dyrgja ímóti ættini. Harafturat vóru vit noyddir at sita á dekkinum og fingu karm tá báturin fekk ein sjógv, so eftir at hava roynt í ein tíma av teim trimum tímunum vit høvdu keypt gjørdi eg av, eftir at vit høvdu tosað saman, at siga við skiparan at hetta gekk ikki og vit vildu enda samstarvið.

Tað tók hann væl upp og sigldi aftur inn í havnina í Albir.

Vit gjørdu vart við okkara ónøgd á hotellinum og hetta fekk avleiðingar beinan vegin.

Okkum bleiv bjóðað ein annan bát í morgin, ein størri bát við tráðum og ongum skipara. Jón Nolsøe Olsen skal vera okkara skipari í morgin.

Sigast skal tó, at vit høvdu tað ógvuliga stuttligt á túrinum og ikki minst á gongutúrinum aftur á hotelli. Páll Gregersen, ið eisini var við, bjoðaði okkum at sløkkja tosta á eini restaurant við vegin.

Áðrenn vit fóru heim á hotellið fóru Páll og Árni Winther á sjógv at køla seg av.

Við á hesum famøsa túrinum var eg, Jógvan Johannesen, Páll Gregersen, Jón Nolsøe Olsen og Árni Winther.

Í morgin er ætlanin at vit eisini skulu hava Pál Weihe við. Spennandi verður at vita hvussu leikur fer í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…