Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við Sólorku í Guadalest í Spaniu

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  07.10.2021 - 23:03 Myndarøð Tíðindi

Tróndur Djúrhuus, kona hansara Unn og dreingir teirra saman við Sólorkutoyminum har stórur partur eisini er føroyingar, gera sær stóran ómak fyri at dagarnir vit vitjað her, skulu gerast okkum ógloymandi og tað megna tey til fullnar.

Afturat sólini, kvalifiseraða undirhaldinum hvønn dag og hvørt kvøld og ikki minst takka góðu matarsalinum er hetta eitt føroyskt ferðavinnutiltak úti í heimi, í Spaniu, sum ikki hevur sæð sín líka aðrastaðni.

Í dag vitjaðu vit lítlu fjallabygdina Guadalest, sum liggu einar 5-600 metrar yvir havinum. Her búgva bert umleið 250 fólk. Men hetta eru fyri tað mesta fólk av tí betra spanska slagnum. Tú sært beinanvegin tá tú kemur úr bussinum her uppi, at tað neyvan er fyri “skarvar” at búgva og eiga ognir her.

Her er avbera vakurt. Vit vitjaðu eitt nú Húsið Ordunja (sum fleiri myndir eru av). Húsið bleiv bygt eftir stóra jarðskjálvtan her í 1644.

Hóst Guadalest er ein sera lítil bygd, so sigst hon vera mest vitjaða bygdin í Spaniu. Her eru eisini hugnaligar krambúðir, kaffistovur og útsýnið er framúr.

Vit vitjað eisini niðan á kirkjugarðin. Sagt var, at kisturnar vóru settar inn í veggin aftan fyri avmyndaðu pláturnar við nøvnum og myndum á.

Niðanfyri nakrar myndir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…