Lýsing
Lýsing

Venzil 100

SKRIVAÐ: tórbjørn jacobsen  |  09.10.2021 - 04:24 Mentan Tíðindi

Í 1879 fluttu Magnus Olsen og konan Sára Malena Huusgaard inn í 5. húsini í niðursetubygdini Rituvík. Tá vóru 6 ár gingin síðan hin gitna dagin – um jóltíðir í 1873 – tá Per og Nicolina sum tey fyrstu settu seg niður har í óbygdum. Hagi, brimpláss og ongin undirstøða. Tey eru ikki til at skilja hjá nútíðarmenniskjum, eksistentiel val av hesum kalibrinum, í hesum førinum at fara heiman frá flógvu grúgvunum út í oyðimørkini at skipa og skapa sær eina framtíð bara við egnum evnum og førleikum. Til tað krevst trúgv, vón og kærleiki. Vilji, áræði og ein óvanligur arbeiðshugur. Væl bar til - og í dag búgva nakað omanfyri 300 fólk í bygdini, 316 fyri at vera heilt neyvur í hesi løtu, og hon stendur í støðugum í vøkstri. Frá útjaðara er Rituvíkin í dag ein partur av landsins miðstaðarøki. Miðjan er nú vorðin miðjan í Føroyum. Magnus var nesmaður og Sára var slektað av Húsgarði í Syðrugøtu.

 

Ein av synum teirra varð skírdur Magnus – seinri gitin um allar Føroyar sum skiparin Magnus í Rituvík. Sjógvurin – havið - gjørdist hansara virkisøki og mánadagin hin 2. mars í 1914, tá verjuskipið Beskytteren lá fyri íla á Skálafjørðinum, hendi tað, sum skrivað stendur, at: Chefen, næstkommanderende og præmierløjtnanten gik i land som eksamens kommission. Fýra næmingar stóðu skipararoyndina í skúlanum hjá Hansi Djurholm á Glyvrum hendan dagin. Sagt verður, at hurðin stóð opin inn í skúlastovuna í kjallaranum, navigationellu bráðpannuni, og øll - sum ynsktu tað - kundu fylgja við próvtøkuni, og nýklaktu skipararnir vóru: Napoleon Jacobsen av Glyvrum, Joen Hendrik Olsen frá Gøtugjógv, Sámal Petur Olsen, í Grund, úr Søldarfirði og Magnus Salomon Olsen úr Rituvík. Abbi mín og Magnus vóru báðir føddir í 1890 – tað vóru slakir tríggir mánaðir millum teirra. Høvdu sama áhugan og  kendust eyðvita væl.

 

Í nýggjastu siglingarsøguni, sum hin sálaði Pól á Kletti ritstjórnaði,  úr handritum eftir Páll J. Nolsøe, er ein mynd av manningini á tvørásluppini “Sildberanum”, sum er tikin í 1917. Tveir av manningini kendi eg sera væl, syðrugøtumenn, sum, hóast annar teirra var við til at stovna Føroya Fiskimannafelag, ikki vóru drúgvir á sjónum. Báðir gjørdust handils- og vinnulívsmenn í heimbygdini. Annar er abbi mín Jóan Elias Gregersen og hin abbabeiggi mín Jóan Pauli Gregersen. Teir vóru synir Óla fyri oman Oyruna og Petru. Petra var slektað av Húsgarði og systir Sáru. Harvið vóru teir mynstraðir sum fiskimenn við systkinabarninum Magnusi í Rituvík sum skipara. Havi skilt at serliga tætt samband var millum hesar tríggjar, skyldskapur og vinskapur um eina leið, og nú er ikki trupult at rokna seg fram til, at mamma mín og føðingardagsbarnið Venzil eru trímenningar, og so stór sum slektin gjørdist, eri eg nú slektaður við ein trivaligan part av Rituvíkini. Við allar teir gulu yviri á Miðjuni, sum abbi mín á Glyvrum plagdi taka til, hann helt nógv um teir, hesar skyldmenn mínar við teirri jarpu hárferðini.

 

Magnus fann sær konu á Glyvrum. Elspu, dóttir Venzel og Marina. Tey settust niður í Rituvík, og fingu helst tann kendasta barnaflokkin í landinum nakrantíð. 12  børn - systkin - fødd í árunum frá 1920 fram til 1938. Í 2017 gav Guinness World Records teimum rúm og heiðurspláss í sjáldsamu skrásetingini, eftir at tað hin 27. august í 2014 varð staðfest, at tey tilsamans vóru túsund og 25 ár og 41 dagar gomul tilsamans. Tað var heimsmet. Tað sum ger søguna uppaftur meiri sjáldsama er sannroyndin, at pápin doyr frá teimum í 1940 – um hálvthundrað ára gamal. Magnus førdi “Phebe” í 1938, 1939 og í 1940, og meðan teir vóru á Eysturlandinum hetta seinasta árið gjørdist  Magnus sjúkur, heimkomnir var hann lagdur inn á Landssjúkrahúsið, og har andaðist hann hin 18. desember hetta sama árið.

 

Samfelagið var eitt annað enn tættmeskaða vælferðarsamfelagið í dag. Sosialar skipanir vóru at kalla ongar, í hvussu er ikki aðrar enn tær sum góð menniskju av sínum eintingum skaptu sínámillum. Tað er ikki til at vita, hvat ið ein einkja við 12 børnum hevur hugsað í óvæntaðari støðu sum hesari, men onki er sjálvsagdari enn tað, at har hevur staðið á gomlum nøglum. Vilji, dugnasemi og treiskni ber kortini so nógvum og ikki minst hevur treytaleysa álitið á Skaparan gjørt tað møguligt at stríða seg ígjøgnum lívsins væmingar og vaggandi gjálv, eftir at innløgan, maðurin og pápin so brádliga hvarv úr heiminum og høpinum. Støðan hevur lagt nógv trýst á børnini, og stór ábyrgd hevur tá hvílt á teimum elstu – ávikavíst Magnusi, Magga, og Venzili.

 

Venzil er uppkallaður eftir abbanum á Glyvrum. Venzel og beiggin, Jákup á Sýnuni, vóru tiltiknir handverkarar. Hegnismenn. Grótlaðarar í serflokki. Teir reistu úr gróti og við berum lógvum mangt bygningsverki kring landið - eitt av teimum er vakra brúgvin um Gjónna á Glyvrum, sum seinri gjørdist búmerki hjá Runavíkar kommunu. Teir lógu ikki á latu síðuni, brøðurnir báðir, og abbi mín tók ofta til, at gamli Jákup á Sýnuni, teir vóru grannar, kundi sláa eitt heilt kúfóður við líggja áðrenn kikað var undir onkrum ljóðara í bygdini. Harvið hevði og hevur føðingardagsbarnið gott til at breðga, og kom tað honum sera væl við seinri í lívinum.

 

Bók er skrivað um børnini á Líðini – systkini við heimsmetinum – og sambært henni kundi Venzil longu fyri nærum 100 árum síðani havt forkomið hesum metinum. Eftir at hava seymað eitthvørt, setti Elspa nálina í bringuna, og tók sonin upp í kneppið. Tá var tað um at ganga galið, nálin endaði undir búkskinninum á Venzili, og hann varð lagdur undir skurð á hospitalinum í Havn – hálvt ára gamal. Eina aðru ferð høvdu rituvíksdreingir stappað krút í eina fløsku, ongin hættaði sær at festa í uttan Venzil. Tá hendan molotov-cocktailin ikki tyktist rigga, skeitti hann niður í fløskuna, tá brast, lunnar brustu og jørðin skalv, og alt endaði í andliti hansara. Spreingingin sveið húð og eygnabrýr og aftur einaferð leitaði Elspa eftir heilsuhjálp í høvuðsstaðnum til óhepna sonin.

 

Hilmar Jan sigur frá onkrari systir, at Venzil var lættur og fryntligur av lyndi frá ungum av, honum dámdi væl at kappast, og hann var skjótur at taka eina hond í, táið hann sá, at tørvur var á hesum. Dámdi at skipa fyri og var góður í ávikum yvirhøvur. Sum skilst vitjaðu teir báðir Maggi tíðum abban inni á Glyvrum, teir vóru við honum í torvi yviri á Lønsbrekku, hjálptu honum at velta og gingu honum yvirhøvur til handar. Soleiðis mentist ungdómurin tá í tíðini.

 

Venzil fór til skips 15 ára gamal, og burtursæð frá árinum 1941, táið hann var í Keflavík í Íslandi og var við til at byggja amerikanska flogvøllin við herstøðina har í økinum, var hann sjómaður, til hann legðist uppi í 1970´árunum í hinari øldini. Á sjónum var hann við slupp, við koltrolarum eftir kríggið og seinri var hann eisini við íslendskum trolarum. Seinastu árini sum fiskimaður var hann við “Havborgini”. Eftir at hann legðist uppi, starvaðist hann fyri tað mesta hjá byggifelagnum E. Pihl & Søn A.S., sum var ein av framherjunum í byggivinnuni her á landi um tað mundið. Hann var við til at gera kisturnar til molan í Runavík, Norðskála-tunnilin, havnina í Nólsoy, havnina heima á Sandi og eitt skifti var hann eisini í Grønlandi í starvi hjá hesum sama felag.

 

Hann og Jenny fingu tveir synir. Javnaldurin, fermenningin og mín gamla skúlafelaga Oddmar, vit gingu út úr Glyvra skúla við hvør sínum realpógvi í 1972, og yngra beiggjan Jónsvein.

 

Venzil er í grundini ein sjáldsom lagna. Tað ber ikki til at ímynda sær  støðuna, at gerast faðirloysingur sum tannáringur og samstundis at liva undir veingjabreiðinum á einari mammu, sum hevur megnað tað, sum fyri vanlig fólk var og er fullkomuliga óhugsandi. Sum einkja at fáa 12 børn undan so væl – at tey seinri settu heimsmet í aldri. Sjáldsamt man tað eisini vera, í 100 ár at hava verið partur av einari bygd, sum enn hevur meiri enn tvey ár eftir at røkka 150 ára aldri. Kálvføðingin hevur vignast, sjórákin um bygdina er farin í æðrarnar, havrákin hevur kveikt uppdriftina og rituvíkingarnir hava søttliga prógvað, at ongin doyr av at arbeiða – heldur ikki av nógvum og tungum knossi.

 

Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja skyldmanninum á Líðini hjartaliga til lukku við 100 ára degnum, og nú sólin er komin nakað vestur á himmalin fari eg eisini at ynskja tær og tykkum Guðs ríku signing í døgunum sum liggja fyri framman.

 

Takk fyri løtuna og høvið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni