Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dansiveturin byrjar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.10.2021 - 12:20 Mentan Tíðindi

Sunnukvøldið 17. oktober byrjar dansiveturin hjá Klaksvíkar Dansifelag. Dansað verður hvørt sunnukvøld fra kl. 20.00. Dansað verður í Skálanum, sum er hús felagsins. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ikki er neyðugt at halda seg aftur, um ein kanska ivast í, um ein dugir nóg nógv kvæðir. Tað er skjótt at koma á lagið. Dansað verður til føstan byrjar. Skrá er gjørd til hvørt kvøldið, 4 -5 kvæði/vísur eru á skránni, men rúm er eisini fyri at taka okkurt annað, um hugur er til tess. Umframt vanligu dansikvøldini eru onnur tiltøk eisini so sum rivjaveitsla í november, veitsla saman við øðrum dansifeløgum í februar og ferð til Viðareiðis á føstulávint.

Klaksvíkar Dansifelag er eisini  virkið innan Barnadans. Børnini byrja at dansa sunnukvøldið  24. oktobur. Barnadansurin er frá kl. 19.00 til kl.20.00 í Skálanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir