Lýsing
Lýsing

Brynleif Hansen, sáli - hevði verið 85 í dag

SKRIVAÐ: Poul J. Djurhuus  |  11.10.2021 - 23:45 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tað er júst i dag, týsdagin 11. oktober, 85 ár síðani trúboðarin Brynleif Hansen, sáli varð borin í heim 11. oktober 1936 í Fuglafirði.

Foreldrini vóru Malena og Hans Hansen, vanliga róptur Hans á Lakjuni. Tey fingu 7 børn, har Brynleif var nummar fýra í stóra systkinaflokkinum. Brynleif gekk í sunnudagsskúla í Siloa í Fuglafirði, sum eisini kom at verða hansara andaliga heim.

 

Í Siloa kom hann at kenna andaliga mentamannin og stórmannin Victor Danielsen. Brynleif kom til trúgv sum ungur drongur, og einki er tað at ivast í, at tann evangeliski eldhugurin, sum eyðkendi Brynleif til hansara seinasta dag, var m.a. ísettur av hansara tætta sambandi við evangelistin, talaran og rithøvundan Victor Danielsen.

 

BRYNLEIF FEKK 33 ÁR!

 

Um Brynleif hevði verið millum okkum í dag, hevði stóri merkisdagurin kanska verið hildin í Zarepta................ella kanska í Frankaríki??? Brynleif hugsaði nógv um Frankaríki og tosaði um at flyta og byrja barnaheim har. Um so var, so høvdu óivað mong av okkum valfarta til Frankaríkis at hjálpa til á barnaheimi – og kanska hevði hann kallað tað ZAREPTA.........eingin veit!!!

 

SJÓMAÐUR

Brynleif var sjómaður í yngri árum. Hann fekk sær útbúgving sum fjarritari í Keypmannahavn seinast í fimtiárunum, og sigldi sum fjarritari við einum av Føroya bestu skipum og reiðaríðum, Sjúrðabergi hjá J.F.Kjølbro.

 

Hann sigldi saman við Poul Færø, og tað var meðan hann var við Sjúrðarbergi, at hann yrkti sangin “Her glaður eg ferðist,” sum Poul Færø skrivaði lagið til, meðan teir vóru umborð. Sangurin var sungin á fyrsta sinni í skipstelefonini á brúnni á Sjúrðarbergi, meðan manningarnar á øðrum skipum lurtaðu. Hesin sangurin er ein av arvunum, sum Brynleif hevur lagt eftir seg, og er eisini fyrsti sangur, sum vit vita, at Brynleif hevur yrkt.

 

Brynleif kundi valt eina góða og økonomiskt trygga karrieru sum fjarritari hjá P/F J.F.Kjølbro, men hann valdi at ganga leiðina, sum Harrin hevði hevði til hann, uttan nakra menniskjansliga skipan við fastari løn og eftirløn.

 

KALLIÐ

Kallið var sterkari enn ein borgarlig arbeiðskarriera. Eftir loknan bíbliuskúla á Moorlands Bible College í Suður-Onglandi virkaði hann saman við konuni sum trúboðari m.a. millum føroyngar í Keypmannahavn. Í 1965 flyta tey til Føroyar, og á sumri sama ár fer hann undir summarleguarbeið í Alv-húsinum við Áir. Í 1967 stendur Zarepta í Vatnsoyrum liðugt, har summarlegurnar hava verið síðani.

 

Tað hava verið 55 summarlegur síðani 1965, har børn og ung úr øllum Føroyum í túsundavís hava verið við á legu, sum í dag eru eldri fólk.Hesi fingu ein lívsførning, sum flestu teirra ikki vildi verið fyriuttan.

 

Barna- og ungdómslegur, bæði í Zarepta og í Nesvík, hava havt ein landsumfatandi stórtýdning fyri Føroyar, sum ikki kann gerast upp á einum búskaparligum rokniarki í landsumsitingini, men sum kortini hevur verið ein berandi faktor í føroyska samfelagnum.  

 

Vit sum minnast Brynleif og livdu tætt saman við honum upplivdu hvussu heilhjarta hann gekk upp í tað, sum hann gjørdi, og hvussu spentur og glaður hann var í øllum, sum hann tókst við, lítið sum stórt, og hann dugdi at gleða seg sum eitt barn til uppgávur, sum lógu fyri framman. Hann var eisini ein bønarmaður!

 

ÍSLAND

Hann gleddi seg til ferðina í Íslandi saman við vinmanni sínum Eyfinni Poulsen úr Havn. Teir fóru úr Føroyum týsdagin 08. september og vóru har í 17 dagar, tá høvdu teir havt møtir og býtt kristiligan lesna á plássum sum Reykajvík, Keflavík, Akureyri og øðrum støðum eisini. Onkur segði, at maðurin er ein so góður talari, at hann má koma aftur at vitja. Jógvan Purkhús, sum hevur verið trúboði í Íslandi síðani 1964, var við teimum allar 17 dagarnar.

 

ALLAR FØROYAR

Hann hevði sett sær fyri og gleddi seg til at fara runt Føroyar at halda møtir. Tað merkisverda er, at hann hevði avgjørt at fara undir hesa Føroyaferð, tá hann kom aftur úr Íslandi, og at Mykines skuldi vera fyrsta bygdin og oyggin hann vitjaði. Tað skuldi vísa seg, at tað varð júst Í MykinesI, har hann legði niður sítt lív leygardagin 26. septembur í 1970, tá ferðamannaflogfarið hjá Icelandair datt niður undir Knúki í Mykinesi.

 

Eg tori at siga tað soleiðis, at hetta var sum eitt  brennioffur til Harran – meðan hann liggur undir vonginum, og ikki kann koma undan við egnari hjálp, sær hann, at ein annar liggur tætt hjá, sum heldur ikki sleppur leysur við egnari hjálp. Brynleif vendir sær tvær ferðir til viðkomandi við spurninginum: “Ert tú frelstur?” Viðkomandi persónur kom frá vanlukkuni við lívinum, og hevur sjálvur greitt frá hesum. “Tá eg hoyrdi spurningin og hugdi tann vegin, sá eg, at tað var trúboðarin Brynleif Hansen,” segði viðkomandi seinni – Brynleif vitnaði til tað seinasta!

 

ARVURIN

Arvurin eftir Brynleif er ovurhonds stórur. Zarepta, sum tá bert var ein bygningur, og sum hýsti einans millum 500 og 600 børnum árliga, er í dag ein umfatandi legustaður við trimum stórum bygningum, har rúmorkan (kapasiteturin) er vaksin við uml. 300 %.

 

Tað vóru mong og mangir, sum tóku arvin upp eftir Brynleif, tá hann var farin, og tí er Zarepta komið so langt sum tað er í dag. Um tey, sum eru farin undan okkum til Himmals, kunnu fylgja við hvat hendir millum, so ivist eg ikki í, at Brynleif gleðist, tá hann sær menningina, sum hevur verið í Zarepta seinastu 50 árini - leingi livi minni og Gud signi minni eftir Brynleif!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórt tunnilsblað fríggja­dagin
Nú mugu vit vakna
J&K Petersen skipaði fyri tornkranaskeið…
B36 vann løgmanssteypið
Veðrið í vikuni
“TEIR SJEY LESTRAR­NIR”-gudstænasta við a…
Greining: Fólkið vrakar samgonguna og ve…
Mjølnir greiddu sína skyldu
Team Klaksvík hevur skift venjara
Pensjonistar framvegis fyri vanbýti – og…
Sigurin komin undir land
Jóla­heilsan frá borgar­stjóranum
Dagføring av koronastøðuni
Sama jóla­kalendara øll barnaárini
Frimodt spyr um prísáseting hjá Landssjú…
Tríggjar ferðir ræst kjøt sama dag
Í viðarlund­ina eftir jólatræi
Norðlýsið á gøtuni
Eingin postbátur frá 6. desembur til 3.…
Jóla­træshaldið í Svínoy avlýst