Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (Skíggjamynd)

Aftur nær við at fáa stig móti teimum stóru

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.10.2021 - 21:52 Ítrottur Tíðindi

Tað var eitt sindur av endurtøku av teimum síðstu dystunum á heimavølli móti teimum stóru liðunum í bólkinum.

Skotland vann 1-0 á Tórsvølli í einum sera spennandi dysti, har sigursmálið kom í síðstu løtu. Talan var um eitt sera gott føroyskt avrik móti sterka skotska liðnum og føroyingar fingu sínar møguleikar, har Ári M. Jónsson í fyrra hálvleiki fekk tann størsta í dystinum, men eins og móti Danmark og Eysturríki, so vildi bólturin ikki inn hóast møguleikarnir vóru til at skora. Skotland hevði eisini sínar møguleikar, men tað var avmarkað við stórum møguleikum.

Nú eru heimadystirnir av í hesi HM-undankappingini og staðfestast má, at tað bleiv nær við og næstan í trimum av teimum fýra dystunum móti teimum stóru í bólkinum. Tað vóru smálutir sum gjørdu, at tað kundi endað við fleiri málum og fleiri stigum til Føroyar, men tað endaði við ongum máli og ongum stigi. Hesi avrikini geva tó eina góða vón um framtíðina, tá stórar fótbóltstjóðir vitja í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026