Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskt trompetspæl í serklassa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.10.2021 - 10:29 Mentan Tíðindi

Ernst D. Remmel, ið lesur á “Det Jyske musikkonservatorium, er partur av nýggja føroyska ættarliðnum av ungum tónleikarum, og er eitt tað stórsta føroyska tónleikatalentunum vit eiga. Musikalitetur, arbeiðssemi og hansara natúrliga tilgongd til tónleikin er sum hjá fáum, og um eina viku verður høvi at hoyra hann framføra kendu trompet konsertina í Ab-dur eftir Alexander Arutiunian.

Ernst D. Remmel verður solistur á konsertferðini hjá danska orkestrinum “Amatør Symfonikerne”, sum fer at spæla konsertir í ávikavist Norðurlandahúsinum, í SALT og eina matiné konsertkonsert í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Á skránni eru eisini ouverturan til operuna “Die Meistersinger von Nürnberg” eftir Richard Wagner og Carl Nielsen symfoni 3, tilnevnd “Espensiva”

Hetta er bert aðru ferð, at at ein Carl Nielsen symfoni verður spæld í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1960, tá “Danmarks Radio Symfoniorkester” vitjaði í Føroyum, og framførdi júst “Espansiva”.

“Amatør Symfonikerne“ vitja í Føroyum í døgunum 18.-23. oktober og ferðin er komin í lag í samstarv við Føroya Symfoniorkestur.

 

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson Solistur: Ernst D. Remmel

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…