Lýsing
Lýsing
Lýsing
Síðani Jonas Dal Andersen (myndin) fór úr starvi, var HB leingi fyriuttan nakran A-venjara. Ov leingi, helt 07 Vestur, sum kærdu, og FSF er samt. | Mynd: hb.fo

HB spælt uttan lógligan venjara – sleppur tó undan sekt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.10.2021 - 14:01 Ítrottur Tíðindi

07 Vestur kærdi tann 3. august í ár Havnar Bóltfelag fyri ikki at hava ein lógligt skrásettan venjara til dystin 1. august, tá 07 Vestur og HB møttust í landskappingi. Fótbóltssambandið gevur 07 Vestur viðhald, men sigur, at av tí at brotið er á loyvisreglugerðina og ikki kappingarreglurnar, letur FSF reyð/svarta bóltfelagið úr høvuðsstaðnum sleppa við eini átalu.

Tann 28. juni í ár fer Jonas Dal Andersen úr starvi sum venjari hjá HB, og eftir tað gongur meira enn ein mánaður, har onki hendir. Seinasta freistin at seta ein nýggjan venjara í starv rættstundis er 28. juli, men tá tað ikki hendir, sendir FSF tann 30. juli eina áminning til HB sama dag um, har víst verður á hesi viðurskiftini.

31. juli svarar HB, at teir møguliga kunnu seta Allan Dybczak í starvið sum høvuðsvenjara, og dagin eftir undirskriva HB og Allan Dybczak so sáttmála um, at Allan verður høvuðsvenjari. Allan Dybczak lýkur førleikakrøvini til at vera A-venjari. Men kortini stendur Kevin Schindler at vera venjari til dystin móti 07 Vesturi tann 1. august, og tað er hetta, 07 Vestur kærir um.

Í úrskurðurin stendur, at HB í partshoyringini sigur seg hava søkt um undantaksloyvi, men onki svar hava fingið, meðan longri niðri á somu síðu stendur, at loyvisumsitingin hjá FSF sigur, at HB onki undantaksloyvi hevur søkt um.

Tann 1. august hendir so rættiliga nógv. HB undirskrivar venjarasáttmála við Allan Dybczak, men HB leikar kortini ímóti 07 Vestri kl. 16 sama dag, og tá stendur Kevin Schindler framvegis at vera høvuðsvenjari. Ikki fyrrenn um kvøldið 1. august fær FSF sáttmálan sendandi.

Aganevndin gevur 07 Vestri viðhald, men metir ikki, at brotið er so álvarsamt, at HB eigur at fáa størri avleiðing enn bert eina átalu. Umframt hetta stendur, at tað var koronastøðan, sum gjørdi, at Kevin Schindler ikki fekk lokið A-venjaraprógvið til tíðina, t.e. til 30. juli, men úrskurðurin sigur onki um, hvørt hetta A-venjara-prógvið hjá Kevin Schindler er komið upp á pláss nú hálvan triðja mánað seinni. 

 

Allur úrskurðurin kann lesast her:
https://www.fsf.fo/wp-content/uploads/2021/09/Kara_005_2021_10-09-2021.pdf?fbclid=IwAR2Pnr70iR1ZPPGIteQfErK4cjdOWyoQ_gUSmeYEU4vNIsKUGBhj2Mi8gqE

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Varpinum
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið