Lýsing
Lýsing
Lýsing

Havnar Bóltfelag dømt í máli um rasismu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.07.2021 - 13:15 Ítrottur Tíðindi

Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum fekk 28. apríl eina kæru frá KÍ um eitt mál um rasistisk ókvæmisorð, ið ein áskoðari hjá Havnar Bóltfelagi hevur rópt eftir einum kvinnuligum leikara hjá KÍ, ið er myrk av húðarliti. Talan var um ein dyst hjá 1. deild kvinnum tann 25. apríl. HB er dømt at gjalda 10.001 krónu í bót, og 1. deildarliðið hjá HB-kvinnum skal spæla teir næstu 3 dystirnar uttan áskoðarar.

Til dystin hevði HB heimavøll, og tað inniber, at felagið hevur ábyrgd av vælferðini hjá leikarunum, dómarunum, øðrum við tilknýti til dystin, og eisini av, at viðhaldsfólkini sýna sømiligan atburð. Áskoðarin, ið rópti rasistisku ókvæmisorðini eftir kvinnuliga leikaranum hjá KÍ, er pápi ein av leikarunum á HB-liðnum og sat sjálvur í HB-skýlinum.

Eftir at hava hoyrt rasistisku orðini ímóti sær, ynskti KÍ-leikarin at sleppa av vøllinum, men megnaði at bíta tað í seg og spæla víðari, stendur í frágreiðingini. Venjarin hjá HB-kvinnum fór yvir til KÍ eftir dystin og bað um umbering fyri atburðin hjá áskoðaranum. Men viðmerkt verður eisini, at Havnar Bóltfelag sum felag ikki sjálvt hevur tikið nakað stig yvirfyri tí áskoðaranum, ið rópti ókvæmisorðini.

Úrskurðurin at sekta HB er gjørdur við heimild í §8c í Agareglugerðini, og víst verður til brot á §3 í Fótbóltslógini, ið setir forboð fyri rasismu í sambandi við fótbóltsdystir, og §24, stk. 2 í Fótbóltslógini, ið nevnir, at hetta eisini er galdandi fyri áskoðarar, og at felagið við heimavølli hevur skyldu til at ansa eftir hesum.

Víst verður eisini til, at bæði FIFA og UEFA hava ásetingar, ið skulu fyribyrgja rasismu, og FSF og fótbóltsfeløgini hava bundið seg til at halda tær.

 

Allur úrskurðurin kann lesast á https://www.fsf.fo/fsf/logir-og-reglur-2/kaeruurskurdir/kaeruurskurdir-2021/ , leinkið frá 22. juli, ið nevnist “Áskoðari sýndi rasistiskan atburð”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Konfirmantar í Christians­kirkjuni dýra b…
Hákun Hansen 35 ára starvsdag hjá Demich
Greiða má fáast á í málinum um Bakkafros…
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
Flaggdagshald í Vágstúni
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…
Nýggj kanning: Tær flestu pensjónir­nar e…
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…