Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan í Grótinum

Jógvan í Grótinum 150 ár

SKRIVAÐ: Abbasonur  |  18.10.2021 - 11:17 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð

Av sonnum hevur tú verið ein kappi, sum vit kunnu vera errin av, og tað er við stórari gleði vit nú hátíðarhalda 150-ára dag tín Jógvan í Grótinum, tær eiga vit stóra tøkk og miklan heiður, skrivar ein abbasonur Jógvans millum annað í drúgvari minnisgrein, sum vit prentað niðanfyri

(Grein úr seinasta Norðlýsið blaði)

 

Seinast í hesum mánaðinum, hósdagin 28. oktober 2021, eru tað 150 ár síðani, at Joen Rasmussen av Skipanesi, vanliga nevndur Jógvan í Grótinum, varð borin í heim.

 

Hann var næstelstur av seks systkjum, føddur hendan dagin í 1871, og foreldrini vóru Birgithe Marie (Birita) Joensdatter og Joen Rasmussen, ið var yngsti sonur Rasmus kongsbónda í Søldarfirði. Tá Jógvan (eldri 1833-1907) giftist við Biritu, festi hann eitt gerði á Skipanesi, har tey settu búgv á einum sermerktum stað við stórum klettum tætt uppat húsinum og harav kemur navnið í Grótinum.

 

Tann elsti av teimum seks systkinum Rasmus tók yvir eftir pápa sín á Skipanesi, Jógvan, Claus og Christian fluttu til Klaksvíkar, Anna Kristina til Syrðugøtu meðan tann systirin, ið varð kallað Marin av Skipanesi, flutti niður til Keypmannahavnar at búgva. Hon var ein sera myndig og gløgg kvinna, var í góðum starvi og ein hollur stuðul fyri bróðurbørn síni, tá tey komu niður at nema sær útbúgving.

 

Skúlagongdin hjá Jógvani var hjá Jóannes á Saltnesi (norður úr Vági), faðir tann navnframa Fríðrik Petersen, próvst. Hann hevur óivað havt góð evnir at læra, men omma skuldi hava sagt frá vermóður síni Biritu, at ‘Jógvan fekst ikki til bókina, tá hann gekk í skúla, men eftir skúla-aldur fekst hann ikki frá henni’.

 

At Jógvan í Grótinum er komin tíðliga til mans sæst av frásøgnum í bókini, dótturin Frida Zachariassen gav út um hann í 1986, har sagt verður frá, at hann skal vera farin einsamallur av Skipanesi allan vegin til Vestmanna í grind einans 11-12 ára gamal og á veg aftur umvegis Havnina hevði hann verið til handils og keypt sær eina bók um alla verðina, ið kallaðist Atlas og sum ikki kostaði so lítið, men sum varð goldin við peningi hann sjálvur hevði forvunnið sær við at skjútsa fólk yvir um fjørðin og sildafiskiskapi inni á Skálafjørðinum.

 

Sum tað ljóðaði, hevði eingin grind verið har um leiðir í langa tíð, so hann var farin avstað uttan at boða nøkrum frá og tá hann so kom aftur til Skipanesar við stórum grindaparti, var pápin sera glaður og errin av honum og tá skuldi hann hava sagt ‘Tú vísur í verki, at tú ert komin til mans’.

 

Teir tríggir elstu brøðurnir Rasmus, Jógvan og Claus eru komir nógv norður til Klaksvíkar á ungum árum og hava arbeitt sum húskallar hjá Karl á Vágheygnum, ið var giftur við mostir teirra Armgarð, har teir fingu hálva løn meðan hin helvtin fór til vistarhald.

 

Tá Jógvan kom norður til Klaksvíkar at búgva í 1890, fór hann í læru sum jarnsmiður hjá Hoyrikki í Víkunum, sum hann vanliga varð nevndur. Hann æt annars Erik Joensen og var úr Innistovu av Trøllanesi.

 

Bæði Jógvan og Claus hava, tey fyrstu árini eftir at teir fluttu norð, arbeitt nógv úti í Klaksvíkhandilinum hjá faktor J. Djurhuus og teir høvdu eitt framúr gott samstarv, men sjálvt um tað var abbi, sum í 1898 kom við tøknuni at byggja ís- og frosthús, skrivar hann einastaðni, at føroyingar eiga at minnast faktor Djurhuus sum tann mann, ið var byrjanin til, at frosthúsini komu í Føroyum.

 

Faktorurin hevði rættuliga stórt álit á abba/Jógvan og vildi hava hann at fara yvir til Íslands á eina sokallaða kanningarferð og hann var eisini við at stuðla honum tá hann veturin 1897/98 fór til Noregs at læra seg meira um jarnsmíð og tøkniliga menning.

 

Í bókini hjá Fridu skrivar hon um Noregs ferðina hjá abba, at sjálvt um hann ansaði eftir hvørjum hartvunnum oyra, hevði hann keypt sær bæði hatt og paraply fyri at líkjast býarfólkunum í Bergen.

 

Tá Jógvan hevur verið umleið 26-27 ár, fór hann saman við 16-17 ára gamla yngsta bróður sínum Christiani í gongd við at byggja sær smiðju á leigutrøðni, sum hann hevði beint omanfyri Klaksvíkstrøðna, stutt niðan frá Faktorshúsunum og handilinum úti í Klaksvík.

 

Teir bygdu sær eisini ein skúr uttanfyri smiðjuna at húsast í, ið stóð liðug í 1898. Í fyrstani var tað mest smáarbeiði, so sum at smíða knívar, men virksemið kom tó skjótt at vinda uppá seg tá teir fóru at gera fortoyningar, ketur og annað skipsarbeiði til skipini, sum lógu fyri teym á vágni um veturin. Christian hevði betri hug til sjógvin, so hann bleiv ikki verandi leingi í smiðjuni, men teir komu tó at vera rættuliga nógv saman í Íslandi og seinni kom Christian at føra deksbátin Ólav Jarnheys, ið abbi læt byggja hjá Lias í Rættará í Havn í 1907.

 

Í 1899 var Jógvan á fyrsta vetrarskeiðinum í nýstovnaða Háskúlanum hjá Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði, ið byrjaði sum ein fyribils loysn í húsinum hjá keypmanninum Joen Petur Olsen og Siggu á Stongunum í Klaksvík, tvey børn teirra Olaf og Elisabeth gingu eisini á Háskúlanum.

 

Sama ár, ella stutt áðrenn hetta, var Jógvan ein av høvuðs stigtakarunum at byggja nýtt Samkomuhús á Eiðinum í Klaksvík, ið tá var tað størsta í landinum og hetta fekk Háskúlin eisini stóra gleði av ímeðan hann var her norðuri, har tey komu at gera brúk av stóru hølunum í Samkomuhúsinum til fimleik, framførslur o.a.

Veit ikki nær Jógvan hevur funnið saman við konu síni Magdalenu Carolina Jacobsen úr Stovugarðinum (f. 03.07.1877 – d. 16.12.1948), ið var dóttir Poul Jacobsen, vanliga nevndur Pól á Dalinum úr Uppsølum í Klaksvík, men hon hevur heilt vist verið honum ein góð kona, var skemtingarsom, fevnandi og skilagóð. Nógv av tí hon kundi føra fram av góðum ráðum og orðatøkum, bæði á føroyskum og donskum, hoyra vit ofta enn verða endurtikin av teimum eitt sindur eldru systkinabørnunum.

 

Jógvan og Magdalena giftust í Klaksvíkar kirkju 05.05.1901 og tey búsettust í nýggju sethúsunum, sum Jógvan hevði bygt uppí smiðjuna í ár 1900 úti í Klaksvík. Staðarnavnið í Grótinum av Skipanesi festist til húsið og grannalagið hjá teimum.

 

Tey fingu saman tíggju børn í fylgjandi raðfylgu : Jóhan (1901), Sámal (1903), Gitta (1904), Betta (1906), Hannelena (1908), Poul Juul (1910), Frida (1912), Frimodt (1914), Kaja (1916) og Steingrim (1922).

 

Í 1904 tók Jógvan stig til at byggja svimjihyl úti í Grøv, har hann í røðu har á staðnum heitti á fólk um at hjálpa til at læra tey ungu at svimja. Sjálvur var hann ein av ítastu stuðlunum, bæði peningaliga og við óløntum arbeiði. Fólk tóku væl undir við hesum og arbeiðið eydnaðist eisini sera væl, tí longu í 1906 var hylurin liðugur, roknskapurin uppgjørdur og grannskoðaður við einum yvirskoti, ið varð sett inn á bók og hylurin varð síðani latin Klaksvíkar kommunu.

 

Tað varð eisini samtykt á aðalfundi, at lata kr. 14 við rentum og rentana rentu sum heiðursgávu til ta kvinnuna, (ið má vera uppvaksin í sóknini og hevur lært seg at svimja her í bygdini), sum fyrst svimur 50 alon sum bjarging av javnaldrandi kvinnu.

 

Tað varð eisini avgjørt á fundinum, at 40 kr 97 oyru skuldu setast inn á bók fyri seinni at verða brúkt til svimji amboð, umklæðingarrúm ella hvat vildi vísa seg at verða neyðugt.

 

Í okkara uppvøkstri var miðlingasonur Jógvan, eisini kallaður Poul Juul í Grótinum, umsjónarmaður úti í Grøv og hann var eisini í gomlu dansistovuni.

 

Jógvan var við teimum fyrstu motordeksbátunum í Klaksvík, bæði Havfrúgvini og Nólsoyar Pálli frá 1905-06, men átti síðani motordeksbátin Ólav Jarnheys saman við einum íslendingi øll árini frá 1907 til 1931, tá hann at enda varð seldur til Íslands.

 

Tá virksemið var uppá tað mesta í Íslandi, leigaðu teir í 1907 eitt rímiliga stórt øki fram við fjøruni í Selstaðarvík í Seyðisfirði, har teir bygdu sær fiskahús og steinsettu eitt stykki at turka fisk á og harumframt høvdu teir fólk í arbeiði.

 

Nakrir íslendingar komu eisini til Klaksvíkar saman við Jógvani at arbeiða og teir komu at gera alt fyrifallandi arbeiði bæði í smiðjuni, í pakkhúsinum og enntá á trøðni og tann sunnasti parturin av henni verður enn kallaður Íslandstrøðin, men tað hevur altíð verið sagt, at hon ikki er serliga væl velt.

 

Sum nevnt, førdi Christian Jarnheys og tað gjørdi hann øll árini teir vóru saman í Íslandi aftaná 1907, men einaferð var ringt lag á Christiani tá Jógvan í allar bestu fiskitíð fór til Danmarkar á eina stóra Motor og Fiskarí framsýning í Keypmannahavn í 1912, men hetta hevur helst verið partur av einari avtalu Jógvan hevði við Dan Motorfabrik.

 

Tá hann kom heim aftur, skrivaði hann eina frásøgn um framsýningina, ið kundi lesast í Dimmalætting 11. September 1912 og vert er at leggja merki til, at hann at kalla hevur verið í hvørjum króki og kannað bæði skip, bátar, amboð og reiðskap og nevnir eisini ‘dambrug og lakseopdræt’ í greinini, sum tó ikki hevði hansara heilt stóra áhuga, men hann helt tað vera áhugavert at síggja livandi fisk svimja í handan glasvegg.

 

Tað var eisini hetta árið, at fundur varð hildin í Samkomuhúsinum í Klaksvík 8. apríl 1912, har Jógvan í Grótinum, eftir áheitan frá motorbátaeigarum, varð boðin við fyri at fáa eina avtalu við hann um, at hann skuldi leggja seg heima várróðurin fyri at vera til reiðar at umvæla motorar ímóti einari fastari samsýning, umframt at hann skuldi fáa gjald fyri umvælingarnar.

 

Hetta var ikki so væl dámt av øllum og gjørdi, at hann kom í harðligt orðaskifti við ein av sínum allar bestu vinmonnum og skipsfeløgum Julius Biskopstø, ið annars var fyrsti maður við fastari løn hjá Kjølbro og var hann bróður fyrru konu hansara Karin. Hann var sagdur at vera ein maður av fáum orðum og ein sera dugnaligur handverkari, so har ruggaði ikki rætt og tað kom eisini fram seinni, at onkur annar førdi pennin fyri hann. Tað er nevnt í bókini um Kjølbro.

 

Teir munnu eisini hava glattað sjógvin eftir hetta, tí í bókini hjá Fridu sæst í einari uppgerð, sum Jógvan hevur fingið úr Íslandi, at hann 18. januar 1915 hevur goldið Julius Biskopstø 250 krónur og í lagnunnar speisemi er yngsti abbasonur annan giftur við langabbadóttur hin og vit hava bara gott at bera teimum av Biskupstøð.

Nógv kann sigast um Gróta- slagið, treiskni og tvørskap, men agg hava tey ikki borið øðrum og tá onnur vildu havt stungið í sekkin hava tey brotið upp um armar og farin til verka. Eitt klárt dømi um hetta var, tá elsti sonurin Jóhan av grátandi manni fekk skrivligu boðini um, at hann var uppsagdur sum smiðjumeistari á bedingi hjá Kjølbro, men sum stutt eftir hetta, við stórum mentalum stuðli frá donsku konu síni Mathilde, fór til Danmarkar fyri at útvega sær fígging til at byggja Tekniska Skúla í Klaksvík, ið eftir tátíðar mátistokki var ein av teimum mest framkomnu í Norðanlondum.

 

Í oktober 1913 er skriv sent út frá Fiskimannafelagnum, sum er ein frágreiðing frá fundi Jógvan skipaði fyri í Samkomuhúsinum í Klaksvík 19. okt. 1913, har hann las upp útkast til skriv at senda til Justistministeriið, sum eina áheitan um at fáa betri sjóeftirlit undir Føroyum og full undirtøka var fyri hesum, undirskriftir vórðu savnaðar inn og seinni sæst eisini, at svar er komið frá Amtmanninum um, at avgerð er tikin um at økja um sjóeftirlitið og at avrit av svarskrivinum er sent til Marine- og Justistsministeriið.

 

Tá fyrri veraldarbardagi byrjaði í 1914 fór Jógvan ikki aftur til Íslands at arbeiða, tó hevur hann verið ein stuttan túr har yviri í 1917 og tað sæst eisini, at hann 28. Juli 1916 fekk útflýggjað pass til at fara yvir sum ferðafólk við ‘Fiskekutter Phebe’ af Klaksvig við Kapt. Napoleum Jensen.

 

Í 1918 verður Jógvan valdur inn sum sóknarstýrislimur í Klaksvíkar kommunu, skriv um hetta, dagfest 30. mars 1918, kemur frá Valgnævnet for Klaksvigs Sogns kummune Valg og sama ár fær hann ‘Antagelsesbevis’ ella eitt sokallað Vinnu og handilsloyvi útflýggjað frá Fútanum, dagfest 5. apríl 2018.

 

Jógvan var tjóðskaparmaður og sjálvstýrismaður út í odd og egg heilt frá ungum árum og at hann eisini hevur verið við í Tjóðskaparrørsluni frá 1888-89 skínur ígjøgnum í nógvum av tilfarinum, ið liggur eftir hann.

Kongavitjanina í Klaksvík 1921 helt hann røðu fyri drotning Alexandrine í skúlanum og her er eitt lítið brot av seinnu helvt av røðuni:

I Sandhed, er vi meget glade fordi Kongen besøger os, men vi er endnu mere glade fordi Dronningen er med, hun der ikke skyer Atlanterhavets Bølger, Færøernes raa Klima, Islands uberegnelige Vejr-forhold og Grønlands Drivis.

Lad os drikke en Skaal for Hendes Majestæt Dronningen og ønske hende længe leve og en lykkelig Rejse frem og tilbage.

Længe leve Dronning Alexandrine. Hurra ni Gange.

 

Tað er heilt týðiligt, at hann er rættiliga virkin bæði sum sóknarstýrislimur og vinnulívsmaður og í 1920 keypir hann eitt rímiliga stórt stykki niðri við fjøruna í Krotugrøvini fyri 500 krónur, har hann byggir Pakkhús, steinsetur fiskastykki og ger bátabrúgv niðanfyri húsini, seinni kallað Grutabrúgvin.

 

Tá mest var at gera, hevði hann alt húskið við í fiskaarbeiðnum, men tað letur til, at onkur av teimum hevur roynt at borið seg undan, tí tað kundi vera rættiliga strævið arbeiði, men tá skuldi hann hava sagt, at tá ministarabørn í Íslandi kunnu arbeiða í fiski, kunnu tit eisini.

 

Í abba’sa tíð kom ein rúgva av eingilskum trolarum inn á Klaksvík at fáa ymiskar umvælingar gjørdar.  Ein søga, sum Betta fastir okkara plagdi siga frá, var um tá abbi hevði vitjan av fleiri enskum trolara-skiparum, at ein av teimum hevði sagt við hana : ‘We always come to your father, he is far the best and the cheepest too’.

Tað hendi nógv, tey árini hann sat sum sóknarstýrislimur, og tað sæst eisini, at hann er virkin í arbeiðnum, ið krevst fyri, at hesar verkætlanirnar kundu gerast til veruleika, um tilgongdin tó onkuntíð gjørdist nakað drúgv, eitt nú tá langabrúgv ella stóra-kaj skuldi gerast, men hann gjørdi so sítt til at arbeiðið skuldi ganga væl og læt grót ovast úr trøðni hjá sær til hetta arbeiðið og tað er sera hugaligt at síggja, at nakað av hesum aftur er komið til heiður og æru á Biskuptorgi við Sandin innast á vágni.

 

Ein av størstu verkætlanunum, Klaksvíkar kommuna hevur sett í verk nakrantið, er helst Vatnorkuverkið norðuri á Strond og tað hevur so eisini verið í hansara tíð sum  sóknarstýrislimur, at avgerð er tikin um hetta megnartakið, ið annars partvíst varð fíggjað við einum ávísum íbindingargjaldi fyri hvørt úttakið hjá hvørjum eintakum brúkara í kommununi.

 

Tað mesta av 30-unum er Jógvan heima, men hann fer tó onkran túr til Íslands saman við øðrum á vitjan og so hevur hann eisini verið við á einari dansiferð í Noregi í 1936. Árið eftir fær hann eina heilsan sendandi frá teimum við eini mynd uttanfyri Statens Småbruk Lærerskole.

 

Jógvan verður einkjumaður, tá konan Magdalena úr Stovugarðinum í Uppsølum doyr av sjúku 71 ára gomul, 16. desember 1948.

 

Tá yngsti sonurin Steingrim giftist við Nancy ættað úr Víkarbyrgi í Suðuroy í 1951, flyta tey inn til Jógvan at búgva saman við fyrstfødda syninum og tað var gamli Jógvan sera glaður fyri.

 

Tá Jógvan fylti 80 ár, var hann enn sera væl fyri og hendan sama dagin var hann úti og dyrgdi saman við einum av abbasynum sínum. Hann náddi eisini at blíva 85, men tað bleiv hansara seinasti føðingardagur.

 

Í bandaðari samrøðu, Fischer Heinesen hevði við hann í sept. 1954, ljóðar hann eisini at vera væl fyri, serliga tá hann greiðir frá menningini av føroyska samfelagnum í hansara tíð, og framsíggin var hann eisini, tí har sigur hann, at skjótt fer at vera reglulig flogruta millum Føroyar og útlond.

 

Jógvan í Grótinum doyr 29. Januar 1957, sama dag sum abbsonurin Jón fylti 6 ár.

 

Við íblástri frá minningarorðum hjá John Reid Bjartalíð, kann við fáum orðum sigast um Jógvan í Grótinum, at hann var ein úrmælingur og framburðsmaður við lívsroyndum sum fáur annar, hann helt seg ikki aftur fyri nøkrum, var útróðrarmaður og kendi flestu ýtini bæði heima og á fjarleiðum, var ein framúr góður smiður, traðarmaður og hann smæddist heldur ikki hvassar alingar og sjaskveður tá hann velti av nýggjum og lagaði garðar á trøðni heilt upp í ellisár síni.

 

Hann var ein mentamaður, lesandi og vitandi við áhuga og ansni fyri tí sum skrivað var, serkunnleika til norðurlendska søgu, ættargransking við nágreiniligum frásagnum frá landnámstíðini fram til sína tíð, visti at siga um sjósambandið millum lond frá fornari tíð, um lagnu føroyinga í grannalondum, hann kundi lesa norrønt mál og legði seg enntá út í at týða tekst úr fremmandum máli.

 

Av sonnum hevur tú verið ein kappi, sum vit kunnu vera errin av, og tað er við stórari gleði vit nú hátíðarhalda 150-ára dag tín Jógvan í Grótinum, tær eiga vit stóra tøkk og miklan heiður.

 

 

Abbasonur/barn nr. 29 av 33, árgangur 1954.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark