Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tóra við Keldu er forkvinna í MEGD, sum nú rundar tey fjøruti. | Mynd: Dimmalætting.

MEGD heldur 40-ára stovningardag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2021 - 13:42 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindaskriv

Fríggjadagin 22. oktober heldur felagsskapurin MEGD sín 40-ára dag, og hetta verður gjørt við bókaútgávu í Norðurlandahúsinum. Norðoyingurin Snorri Brend hevur skrivað bókina “Vit liva og virka”, ið eru 24 frásagnir frá fólki, einum frá hvørjum limafelagi í MEGD.

Felagsskapurin byrjaði sum Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum fyri fjøruti árum síðani, broytti seinni navn til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, stytt MBF. Síðani 2018 hevur felagsskapurin itið MEGD. Tað vóru Deyvafelagið, Javni, Bjørg, Blindafelagið, Sclerosufelagið og ÍtróttarSambandið fyri Brekað, stytt ÍSB, ið tóku stig til at stovna meginfelagið, sum í dag er MEGD, tann 24. oktober í 1981.

Tað er Snorri Brend, ið hevur skrivað bókina Vit liva og virka, sum felagsskapurin nú gevur út fyri at hátíðarhalda 40-ára stovningardagin, og Jens Kristian Vang hevur myndprýtt hana.

Í tíðindaskrivi skrivar Norðurlandahúsið soleiðis: “Seinastu 40 árini hevur MEGD saman við limafeløgunum áhaldandi virkað fyri at betra um umstøðurnar hjá einstaklingum, ið bera brek, at liva og virka í føroyska samfelagnum. Tað er eisini hetta, sum fer at mynda skránna fyri dagin. Sama dag gevur MEGD út bókina Vit liva og virka, sum eru 24 persónligar søgur úr teimum 24 limafeløgunum – ein úr hvørjum felagi.

Seinastu árini er føroyska samfelagið broytt nógv, eins og vit á brekøkinum hava upplivað vælkomna hugburðsbroyting. Nýggja MEGD-blaðið, ið viðger evnið hugburður um brek, verður eisini at fáa í Norðurlandahúsinum. Vit gleða okkum til dagin og vóna, at Norðurlandahúsið verður fullsett.”

Stovningardagin verður hildin fríggjadagin 22. oktober kl. 12, og tiltakið heldur fram til umleið 15:30. Klokkan 12 bjóða limafeløgini til kunning og prát úti í forhøllini, meðan skráin í høllini byrjar kl. 13 og tað er tann skráin, ið endar um 15.30 tíðina. Norðurlandahúsið skrivar, at øll eru vælkomin, men  at neyðugt er við tekning á teirra heimasíðu, nlh.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi