Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tiltakið útsett - 100 ára minnisløta fyri Poulinu Joensen

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  26.10.2021 - 08:20 Mentan Tíðindi

Vegna koronustøðuna, er tiltakið útsett!

26. september 2021 vóru 100 ár liðin, síðan Poulina Joensen var fødd. Poulinu kenna vit sum listakvinnu, ið málaði oljumálningar, gjørdi linoliumskurðir og postalínmáling, sum hon eisini undirvísti í.

 

Skipað verður fyri minnisløtu í Miðhøllini á Skúlatrøð komandi mikukvøld 27. oktober kl. 19.30.

 

Skrá

Bernhardina Klein hugleiðir um Poulinu Joensen

Jógvan Brim sigur frá í myndum um mammu sína, Poulinu Joensen.

Ommubørnini, Hallgerð Brim, Jákup Bernhard Brim og Páll Brim spæla og syngja tveir sangir, sum Poulina Joensen hevur gjørt løgini til, og maðurin, Bernhard Brim hevur yrkt.

Nakrir málningar, linoliumskurður og postalín, sum Poulina hevur prýtt o.a. verða sýnt fram.

Boðið verður til ein kaffimunn, meðan hugt verður at framsýningini.

 

Poulina
Poulina var dóttir Eliesar Joensen (úr Pálsstovu) úr Mikladali og Bergittu, fødd Dam úr Havn. Poulina byrjaði sum ung at tekna og mála og var við í listaframsýningum í fimmtiárunum og frameftir.

Poulina, sum hevur málað nógv, fór fyrst í sekstiárunum undir postalínsmáling, og hon fekst eisini við linoleumsskurðir, umframt at hon arbeiddi við leiri.

Maður hennara var Jákup Bernhard Joensen, vanliga nevndur Bernhard Brim. Saman tóku tey stig til listaframsýningarnar á Norðoyastevnu og skipaðu fyri teimum í fleiri ár.

Sum sagt verður saman við Norðoya Listafelag skipað fyri eini minnisløtu um Poulinu Joensen í Miðhøllini á Skúlatrøð komandi mikukvøld 27. oktober kl. 19.30. har m.a. synirnir hava skipað eina framsýning og framløgu um mammuna, Poulinu Joensen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum