Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á Skúlatrøð skulu einans yngstu árgangirnir møta upp í komandi viku. Eldru næmingarnir fáa undirvísing á internetinum. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Løgmaður: Avmarkað skúlagongd í Klaksvík og á Kambsdali

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.10.2021 - 18:24 Mentan Tíðindi

Klokkan 18 komu boðini, vit hava bíðað eftir so leingi, frá løgmanni um, hvat fer at verða gjørt, nú landsins myndugleikar hava mist tamarhaldið á Corona-farsóttini. Tað er Farsóttarnevndin, ið hevur givið Landsstýrinum ráð um, hvat best er at gera. Skúlin á Skúlatrøð hevur bara vanliga undirvísing í 1.-3. flokki, meðan tey frá 4. flokki og uppeftir fáa fjarundirvísing. Hetta er galdandi fyri alla komandi viku. Á Miðnámi á Kambsdali verður fjarundirvísing fyri allar árgangir.

Tølini hava bara gingið ein veg síðstu tíðina, og tað er beint uppeftir. Talið av nýggjum smittutilburðum er tvífaldað frá degi til dags. Fleiri tiltøk eru eisini avlýst av hesum sama, eitt nú guðstænastan í Christianskirkjuni fyrr í dag og dysturin í Betrideildini millum B36 og Víking. Fríggjadagin vórðu eisini onnur tiltøk avlýst.

Løgmaður segði, at Farsóttarnevndin hevði mælt teimum til at gera mun á koppsettum og ikki-koppsettum, men at Landsstýrið ikki ætlar at fylgja tilmælinum. Farsóttarnevndin mælir ikki til at innføra kravdu kanningarnar við landamarkið, t.e. Vága Floghavn og á Bursatanga, aftur. Hetta tí at flestu smittutilburðurnir eru frá smittukeldum innanlands í Føroyum.

Eisini varð sagt í tíðindunum, at størri tiltøk, herundir ítróttar- og frítíðarvirksemi, eigur at verða avmarkað og løgmaður heitir á fólk um at vísa varsemi og at hava færri sosial tiltøk.

Í tíðindunum varð sagt, at Skúlatrøð og Miðnám á Kambsdali í stóran mun skulu hava fjarundirvísing alla komandi vikuna, meðan onki varð sagt um hinar skúlarnar í Norðoyggjum, t.v.s. Húsarhaldsskúlan, Tekniska Skúla, Sjónám og Klaksvíkar HF-Skeið. Klaksvíkar HF-Skeið hoyrir tó fyrisitingarliga undir Miðnám á Kambsdali, og fer tí helst at fylgja reglunum har. Men ógreitt er, hvussu hinir skúlarnir skulu fyrihalda seg.

Útvarpsverturin spurdi løgmann, hvussu fór at vera við fótbóltinum og veitsluni komandi leygardag. Løgmaður væntaði, at tað helst fór at bera til at hava dystirnar, men nevndi onki um veitsluna. Her kann leggjast afturat, at óvanliga fá fólk vóru til dystin millum KÍ og EB/Streym fyrr í dag, og har hevur Corona uttan iva verið størsta orsøkin til tað.

Samanumtikið vóru boðini frá løgmanni:

  •          At 1.-3. flokkur á Skúlatrøð hevur vanliga undirvísing komandi vikuna
  •          At 4.-10. flokkur á Skúlatrøð hevur fjarundirvísing komandi vikuna
  •          At Miðnám á Kambsdali hevur fjarundirvísing komandi vikuna
  •          At kanningarnar við landamarkið ikki verða tiknar uppaftur
  •          At munur ikki fer at verða gjørdur á ókoppsettum og koppsettum
  •          At seinasta umfarið í landskappingini í Betrideildini ikki verður ávirkað
  •          At størri tiltøk helst ikki eiga at verða hildin

Hetta er galdandi í eina viku fram, byrjandi 25. oktober.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari