Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smyril Line broytir rutunetið og ger eina nýggja rutu beinleiðis til og úr Rotterdam í Hollandi

SKRIVAÐ: Smyril Line  |  02.11.2021 - 10:57 Tíðindaskriv Tíðindi

Farmaskipið M/V Akranes fer nú at sigla eina nýggja leið millum Thorlakshöfn í Íslandi, Tórshavn og Rotterdam í Hollandi.

 

Akranes fer at sigla úr Íslandi mikukvøld, úr Føroyum hóskvøld og síðani gongur leiðin beinleiðis til Rotterdam. Komið verður til Rotterdam leygardag seinnapart, og fráferð verður úr Rotterdam leygarkvøld beinleiðis aftur til Íslands við komu mikumorgun.

 

Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa. Leiðin gevur eisini hópin av atkomumøguleikum til marknaðir nær og fjar.

 

Farleiðin við Akranes letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá íslendskum innflytarum, hesir fáa nú  eina miðviku levering úr Evropa til Reykjavíkar økið.

 

Ætlanin er, at fyrsta fráferðin við Akranes verður úr Rotterdam 20. november 2021.

 

M/V Akranes, var smíða í 1998, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Norra. Skipið er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Smyril Line keypti skipið í desember 2019.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Jóhann: Far til handils og tak Norðlýsið…
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Varpið verður blátt leygar­dagin
Takið Norðlýsið við heim ókeypis
Vónin samtakið aftur í vøkstri
Zakariasi systkina­barni­num til minnis
Samfelagsmøtir í eina øld
Barna­fagnaður 2025
Broytingar í innsavning­ini í vikuni
Fyrilestur um føroysku klæðini: Stimatro…
Føroyar ábyrgdina av málsøki­num loftferð…
KÍ hevur átta av 23 lands­liðsleikarum
Sigrun Gunnarsdóttir listaframsýning á E…
Krøv skulu setast útlendskari arbeiðsmeg…
Norð­oyastevnuskráin 2025
KÍ er nú fýra stig fremst
Veðrið í vikuni
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Løgmaður til Finnlands á fund við norður…