Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað regnar illa í løtuni. Tað slítur ikki í fyrrenn um 3-4 tiðina í morginári. Men løtan verður ikki long, tí bert 2-3 tímar seinni fer aftur at regna illa, og tað heldur á til middags í morgin. | Mynd: Atlantic Airways - mynd av regnradaranum klokkan 18 í kvøld.

Vindur og regn

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.11.2021 - 18:25 Tíðindi Veðrið

Nógv regn er í løtuni – í støðum kring landið er satt áarføri. Vindferðin liggur í miðal fyri alt landið um 13 til 18 m/s av útsynningi ella útsynningi suðuri, men sum tað er við øllum ættum, so fer hon ikki líka við sær kring bygd og bý.

Hetta veðrið fer at vera restina av hesum kvøldi– mánakvøldi, og fer eisini at vera inn yvir um midnátt og inn í týsnátt og -morgun.

Nakrar tímar eftir midnátt fer at slíta í – tó ikki heilt turt, men ælaveður, og vindurin fer at minka eitt sindur, niður í einar 10 til 15 m/s.

Nakað fyri, at fólk tørna út í morginári, fer aftur at regna illa – líka sum tað regnar í kvøld. Vindferðin fer at vera næstan tann sama sum nú, helst eitt lítið sindur minni, um 10 til 15 m/s.

Á middegi ella har á leið fer at slíta í, og ætin fer at støkka upp í útsynning vestan.  

Seinnapartin í morgin er ælaveður, og vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna