Lýsing
Lýsing
Lýsing

KvF: Rændar milliónir fluttar til Føroya

SKRIVAÐ: kvf.fo  |  22.11.2021 - 11:18 Tíðindaskriv

Kringvarpið kann, sum úrslit av altjóða miðlasamstarvi við millum onnur BBC, Bloomberg og Spiegel, avdúka, at rændar milliónir eru fluttar úr Kongo í føroysk feløg.

Um vikuskiftið kom fram í fleiri altjóða fjølmiðlum, at fyrrverandi forsetin í stóra miðafrikanska landinum Kongo hevur flutt pengar úr ríkiskassanum niður í lumman hjá sær sjálvum, vinum og skyldfólki.

Ein partur av rændu pengunum vóru fluttir til Føroya í tíðarskeiðnum 2013 til 2017. Skjøl vísa, at í alt vóru 120 milliónir krónur fluttar úr Kongo til Føroya í føroysk feløg og føroyskar skipanir.

Kringvarp Føroya hevur seinastu mánaðirnar verið við at kanna og nærlesa loyniskjøl úr stóra afrikanska bankanum BGFI. Felagsskapurin PPLAAF og tíðindamiðilin Mediapart fingu fatur í víðfevnda dátulekanum fyrr í ár. Talan er um størsta lekan av skjølum á afrikanska meginlandinum nakrantíð, okkurt um 3,5 mió. skjøl.

 

Tætt altjóða samstarv millum miðlar úr fleiri enn 18 londum

Fyrsta høvuðssøgan um rændu milliónirnar úr Kongo kom á breddan í altjóða miðlunum fríggjadagin. Onnur høvuðssøgan – um milliónirnar, sum vórðu fluttar til Føroya – kemur í útvarpstíðindini á middegi. Tá tey tíðindini eru søgd í útvarpinum, verður søgan úr Føroyum  eisini søgd í hinum miðlunum.

Kringvarpið fer komandi dagarnar at kunngera tilfar úr drúgva kanningararbeiðinum.

Tilfarið er framleitt í samstarvinum Congo Hold-Up, sum BBC Africa Eye (Bretland), Bloomberg (USA), Der Spiegel (Týskland), De Standaard (Belgia), Expresso (Portugal), InfoLibre (Spania), KvF (Føroyar), Le Soir (Belgia), L'Orient le Jour (Libanon), Mediapart (Frakland), Nacional (Kroatia), NRC (Holland), Politiken (Danmark), RCIJ (Rumenia), RFI (Frakland), The Continent (Suðurafrika), The Namibian (Namibia), The Wire (India), og VG (Norra) hava verið partur av.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)