Lýsing
Lýsing
Lýsing
Feðgarnir Bogi Rasmussen og Kristian Martin Rasmussen | Mynd: Oliver Joensen

Nýggi Christian í Grótinum á Klaksvík í februar 2022

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  24.11.2021 - 16:20 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í vikuni sum fór, vitjaði Norðlýsið umborð á nýggja uppisjóvarskipinum hjá P/F Christian í Grótinum. Vit hava áður sæð fleiri Christian i Grótinum, men hesin, sum nú stendur í gerð á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, ber av øllum hinum.

Hetta skipið er gjørt til at møta teim avbjóðingum, sum pelagiska fiskivinnan setir í dag.

Um teknisku útgerðina kunnu vit nevna, at høvuðsmotorurin er tann nýggjasti og grønasti hjá Wartsila. Hann er 7320 KW ella 9.950 HK.Harafturat hevur skipið tríggjar elgeneratorar upp á 200 KW, 940 KW og 1360 KW.

Bogi Rasmussen, ið er maðurin hjá felagnum Christiani í Grótinum á skipasmiðjuni í Skagen sigur, at teir hava valt ein høvuðsmotor, sum er tann nýggjasti “312” hjá Wartsila og er tann mest orkusparandi av medium speed motorunum. Harafturat hava vit útgjørt skipið við einum katalysator, soleiðis at vit sum mest minka um útlátið av co2.

Tá talan er um gang frá skipum í havn, so hava vit eisini hugsa um hendan spurningin og útgjørt skipið soleiðis at vit hava møguleika fyri landstreymi upp á 1100 ampere. Hetta hevur við sær at vit kunnu gera alt arbeiðið umborð við landstreymi tá vit landa í Føroyum.

Eisini hava vit valt el spøl til skipið. Tey gera eisini skipið grønari, við tað at spølini bert belasta agregatini ímeðan tey arbeiða. Hetta eru spøl, sum KSS umboðar.

Annars er nógv gjørt fyri trivnaðin hjá manningini. Millum annað framkomið fitnessrúm, sauna og hitapottur. Harafturat verður gott internetsamband. 16 kømur eru í skipinum har tvær koyggjur eru í hvørjum kamari. Men vit rokna við at manningin fer at telja einar 13,14 mans, so í hvørjum kamari fer bert ein at búgva.

Sum sagt verður roknað við at skipið verður á Klaksvík einaferð fyrst í februar. Bogi Rasmussen segði okkum, tá vit vitjaðu umborð, at sáttmálin við skipasmiðjuna sigur at skipið skal latast teimum 27. januar. Men, legði Bogi afturat, eg rokni við at tað fara at ganga nakrir dagar frá tí, til vit eru klárir at sigla.

Nýggi Christian í Grótinum er 89,35 metrar langur og 17 metrar breiður. Skipið fer at lasta um 3.000 tons av niðurkøldum uppisjóvarfiski í 16 RSW tangum. Kostnaðurin fyri skipið fer at liggja um 300 milj. kr.

Tá nýbygningurin til P/F Christian í Grótinum, sum var bygdur i Chile,  kom í mars í 1998, segði Kristian Martin Rasmussen stjóri, at “Við hesum skipinum eru vit ikki farnir framum aðrar tjóðir, sum troyta pelagisku fiskasløgini. Fiskiskipini, sum vit ídag fiska ímillum eru frá hesum skipinum og uppeftir.” - Um Harrin vil, so fer Kristian Martin Rasmussen aftur at taka ímóti einum nýggjum skipi í februar í 2022. Áhugavert verður tá at hoyra, hvat hann fer at siga um nýggjasta skipið í føroyska flotanum.

Sum myndirnar niðanfyri vísa, so var ilt hjá okkum vitjandi at síggja, at alt skal koma upp á pláss umborð á nýggja Christian í Grótinum til tíðina, sum er ásett.

Men hava teir á Kartensens sleipistøðini og Bogi Rasmussen betri skil á tí, sum arbeiðisfólki umborð arbeiðir við í hesum døgum.

Norðlýsið takkar fyri at vit kundu vitja umborð!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­heilsan frá Fram Prince
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz
Jóla­heilsan frá Kongsborg
Jóla­heilsan frá Samskip Kvitnos
Jóla­heilsan frá Hav Skandic
Jóla­heilsan fra Tuugaalik
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Jóla­heilsan frá Gadus
Aftur um jólini
Havstovan: Fiski­dagatalið hjá bólki 2, 3…
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke